Fosturforeldur
Tá neyðugt er at seta eitt barn heiman, kann barnið í staðin fáa neyðugu umsorganina og uppalingina í heiminum hjá fosturforeldrum. Fosturforeldraskipanin góðkennir fosturforeldur til at taka børn til fosturs ella til umlættingar. Skilt verður millum tvey sløg av góðkenningum: vanliga góðkenning og góðkenning til ávíst barn (næstringar og onnur). Barnaverndartænastan leggur serstaka ætlan fyri hvørt einstakt barn út frá tørvinum.
Fosturforeldrauppgávurnar eru:
- Umlætting
- Bráðfeingis uppgávur
- Fyribils uppgávur
- Varandi uppgávur
Tað er Føroya Kærustovnur, sum tekur endaliga avgerð um, at eitt barn verður sett til fosturs eftir tilmæli frá avvarðandi barnaverndarnevnd.
Endamálið við einum fosturheimi
Endamálið við at eitt barn býr hjá fosturforeldrum er, at barnið fær umsorgan og tryggleika. Eitt fosturuppihald kann stuðla undir, at barnið fær betri samband við síni foreldur, við tað at fosturforeldrini vanliga síggja barnið og næstrafólkini sum eina heild, og tey samstarva um barnið.
Meðan barnið er til fosturs, fylgja barnaverndartænastan og Fosturforeldraskipanin við støðuni og vitja í fosturheiminum. Tey, sum varða av umsorganini hjá barninum, hava javnan samband við hvønn annan og leggja framtíðina hjá barninum í fastar og tryggar karmar.