Almannamálaráðið er loksins við at vakna
28. september 2016
Undir yvirskriftini “Ein rúmligari eldrarøkt” staðfestir landsstýriskvinnan í almannamálum aftaná eitt ár í sessinum, at tað framhaldandi eru borgarar, sum als ikki fáa eina nøktandi tænastu. Kommunufelagið kann bara gleðast um, at veruleikin loksins er gingið upp fyri landsstýriskvinnuni.
Kommunufelagið hevur í sambandi við alla tilgongdina at leggja eldraøkið út til kommunurnar gjørt vart við, at tað eru bólkar av borgarum, serliga borgarar undir 67 ár við einum samansettum tørvi, sum koma at detta niður ímillum skipanirnar hjá landi og kommunum. Bæði Almannaverkið, stovnur undir Almannamálaráðnum, Kommunufelagið og aðrir áhugapartar gjørdu longu vart við hesar trupulleikarnar í sambandi við, at lógaruppskotini komu til hoyringar í november mánaði í 2013.
Stúranin um, at borgarar fóru at detta niður ímillum, sum Kommunufelagið og Almannaverkið høvdu í 2013, hevur síðani víst seg at vera veruleiki. Ikki bert yngri borgarar við demens, men eisini fleiri aðrir bólkar við samansettum sosialum og sálarligum avbjóðingum vísa seg at detta niður ímillum skipanirnar.
Í løtuni verður ljós varpað á bólkin yngri við demens. Hetta kemst fyrst og fremst av, at hesin bólkurin hevur eitt sterkt og vælvirkandi felag aftanfyri seg, sum hevur megnað at fingið ótolandi umstøðurnar hjá júst hesum bólki á dagsskránna. Men fleiri aðrir bólkar eru júst í somu støðu.
Tá ið landsstýriskvinnan ber fram, at ábyrgdin av hesum málbólki er løgd til kommunurnar, so er hetta ikki í samsvari við veruleikan. Meginreglan er, at kommunurnar hava yvirtikið heimarøkt og heimasjúkrarøkt, og hesa tænastur skulu yngri borgarar við demens sjálvsagt eisini hava frá kommununum. Hinvegin er tað framhaldandi ein uppgáva hjá Almannaverkinum/landinum at veita heimabúgvandi vaksnum stuðul, soleiðis at tey framhaldandi kunna hava ein virknan og fjøltáttaðan gerandisdag. Hendan uppgávan er ikki løgd til kommunurnar.
Hóast hesar meginreglur, so sóu partarnir – land og kommunur, at tað framhaldandi var vandi fyri, at borgarar kundu detta niður ímillum.
Fyri at tryggja sær at hetta ikki hendi, skrivaðu partarnir undir sokallaða Markamótsskjalið 30. mai 2016. Meginreglurnar omanfyri vóru staðfestar, men harumframt var eisini staðfest, at tá talan er um borgarar eldri enn 67 ár, skal kommunan samskipa tænastuna til viðkomandi, og tá talan hinvegin er um borgara yngri enn 67 ár, skal Almannaverkið samskipa tænastuna til ein varandi loysn er funnin.
Hetta uppgávubýti skuldi tryggja,at eingin borgari kann detta niður ímillum skipanirnar hjá landinum og teimum hjá kommunum.
Trupulleikin er, at hendan skipanin eftir øllum at døma framhaldandi ikki virkar, hóast 4 mánaðir eru lidnir síðani, at avtalan varð undirskrivað.
Heldur enn at tosa um, hvat hin parturin eigur at gera, eiga vit at arbeiða eftir tí skipan, sum er avtalað í Markamótsskjalinum. Tí júst hendan skipanin skuldi verða trygdin fyri, at borgarar ikki endaðu í ongamannalandi.
Nú er nokk tosað, lat okkum heldur fáa trupulleikarnar loystar. Eitt fyrsta stigið er, at skipanirnar, sum eisini er avtalað í Markamótsskjalinum, samskifta og taka støðu í teimum málum, ið ósemja er um.
Vegna Kommunufelagið
Heðin Mortensen, formaður