Samstørv

Kommunurnar samstarva á fleiri týðandi økjum. Av hesum kunnu nevnast: 
 
Yvirlit yvir samstørv
Lat alt upp
Kommunala Arbeiðsgevarafelagið
Kommunala Arbeiðsgevarafelagið, KAF, sá dagsins ljós í 2003. Felagið umboðar allar kommunurnar á arbeiðsmarknaðinum. Kommunurnar og kommunalir felagsskapir hava sáttmálar og avtalur við tey feløg, sum hava limir í starvi hjá kommununum.

Nevndin í KAF:

Per Martin Gregersen, borgarstjóri í Eysturkommunu, formaður
Jógvan Kruse, borgarstjóri í Sunda kommunu
Dávur Juul, borgarstjóri í Fuglafjarðar kommunu
Bjarni Johansen, borgarstjóri í Vágs kommunu
Bogi Bendtsen, SEV
Jóhannus Danielsen, IRF

Barnaverndarstova Føroya
Barnaverndarstova Føroya var sett á stovn í sambandi við, at kommunurnar yvirtóku málsøkið barnavernd 1. januar 2006. Høvuðsuppgávurnar hjá Barnaverndarstovuni eru m.a. at umsita Fosturforeldraskipanina og Barnahúsið, umframt at veita barnaverndartænastunum kring landið vegleiðing og ráðgeving, at virka sum ráðgevi hjá landsstýrinum á barnaverndarøkinum, at styrkja og samskipa barnaverndarøkið, og at fáa til vega hagtøl og at skipa fyri gransking og menning á økinum.
Barnaverndartænastur

 

Landið er skipað í átta øki við hvør síni barnaverndartænastu:

  • Barnaverndartænastan fyri Norðoyggjar
  • Barnaverndartænastan fyri Eysturkommunu og Fuglafjarðar kommunu
  • Barnaverndartænastan við Skálafjørðin
  • Barnaverndartænastan í VEKS-samstarvinum millum Vestmanna-, Eiðis-, Kvívíkar- og Sunda kommunur
  • Barnaverndartænastan fyri Tórshavnar kommunu
  • Barnaverndartænastan fyri Vága og Sørvágs kommunur
  • Barnaverndartænastan fyri Sandoyar og Skúvoyar kommunur
  • Barnaverndartænastan fyri Suðuroy

Barnaverndartænasturnar hava ábyrgd av, at børn í teirra øki, sum liva undir viðurskiftum, ið kunnu skaða teirra heilsu og menning, fáa neyðugu hjálpina. Sambært grein 15 í Barnaverndarlógini kann hetta verða gjørt við ymsum fyribyrgjandi fyriskipanum.

Barnaverndartænasturnar hava fastar avgreiðslutíðir vanligar yrkadagar. Uttan fyri hesar tíðar ber til at ringja til vakttelefonina hjá hvørji einstakari barnaverndartænastu, tá málið hevur skund.

Lesa meira á bvs.fo.

Bú- og heimatænasturnar

 

Bú- og heimatænastur fyri tey eldru fóru til verka frá ársbyrjan 2015. Sambært lógarkarminum, sum er gjørdur fyri heimatænastu, eldrarøkt v.m., skulu kommunurnar – tó ikki Tórshavnar kommuna – skipa seg í samstarvsøki.

Talan er um 8 øki, sum hava stovnað hesar tænastur:

Bú- og heimatænasturnar tryggja eina heildartænastu, har endamálið er at fyribyrgja sjúku, at stimbra sálarligu og likamligu heilsu og trivna borgarans, at endurmenna mistan førleika,  at stimbra møguleika hins einstaka at klára seg sjálvan,  og at veita røkt og umsorgan.

Skipanin fevnir bæði um tilboð til heimabúgvandi (heimatænastu) og um bústaðir (røktarheim, eldrasambýli, eldraíbúðir, umlættingarpláss og samdøgursendurvenjingarpláss).

Fyrsta rætt til pláss á eldraheimi hava borgarar í kommunala samstarvsøkinum, sum hava størstan tørv á røkt ella hjálp alt samdøgrið. Samstarvsøki kunnu tó veita borgarum úr øðrum økjum bústað, um pláss er tøkt, og borgarin annars lýkur treytirnar fyri upptøku.

Meira fæst at vita hjá  einstøku tænastunum.

IRF

Interkommunali  Renovatiónsfelagsskapurin, IRF, varð stovnaður í 1981.

IRF tekur ímóti øllum ruski og burturkasti frá húsarhaldum, virkjum og stovnum í limakommununum.

IRF rekur ymiskt virksemi kring oyggjarnar, t.d. Brennistøðina og Skiljihøllina til pappír og papp á Hagaleiti í Leirvík, Spilloljuverkið á Hagaleiti í Leirvík, móttøkupláss til jarn og metal, hvítvørur, trolleivdir og bildekk í á Gjánoyri í Norðstreymoy og í Trøllavík í Suðuroy, tyrvingarpláss í Eysturoy, Streymoy, Vágoy, Sandoy og í Suðuroy, eins og pláss til rottangaevju í Streymoy, í Vágoy, í Sandoy og í Suðuroy. Øll pláss skulu hava umhvørvisgóðkening.

IRF hevur umleið 20 serútgjørdar bilar til flutning av burturkasti og til at taka sær av rottangatøming og reinsing av spillivatnsleiðingum v.m. Umleið 70 fólk eru í starvi hjá IRF.

Tórshavnar kommuna hevur gjørt sína egnu loysn viðvíkjandi  renovatiónini, ið Kommunala Orku- og Brennistøðin eisini er partur av. Tískil tekur Tórshavnar kommuna ikki lut í IRF. 

Meira fæst at vita á heimasíðuni hjá IRF.

SEV

Elfelagið SEV, sum varð stovnað í 1946. SEV er skipað sum lutafelag við partafelagslíknandi aðalfundi, nevnd og dagligari leiðslu. Í nevndini sita sjey limir, ein úr hvørjum av hesum økjum: Norðoyggjum, Eysturoy, Sundalagnum/Norðstreymoy, Vágum, Suðurstreymoy, Sandoy og Suðuroy. Hvørt øki sær velur ein nevndarlim og ein varalim. Nevndin skipar seg sjálv.

Felagið er grundað á ta skipan, at tann vinningur, sum fæst burtur úr elsøluni, í høvuðsheitum verður nýttur til framtíðar útbyggingar av framleiðslueindum og elkervinum. Á tann hátt verður vinningurin øllum Føroya fólki at gagni, og útbyggingar kunnu fara fram, so hvørt samfelagið mennist, og streymtørvurin økist.

SEV hevur eina veitingarskyldu, sum áleggur felagnum at veita øllum borgarum, virkjum, stovnum o.s.fr. støðugan streym alt samdøgrið. SEV hevur sostatt bæði góðsku- og kervisábyrgdina í Føroyum.

Meira fæst at vita á heimasíðuni hjá SEV.

Listen