Kommunala Arbeiðsgevarafelagið

Kommunala Arbeiðsgevarafelagið, KAF, sá dagsins ljós í 2003. Felagið umboðar allar kommunurnar á arbeiðsmarknaðinum. Kommunurnar og kommunalir felagsskapir hava sáttmálar og avtalur við tey feløg, sum hava limir í starvi hjá kommununum.

Per Martin Gregersen, borgarstjóri í Eysturkommunu, er nevndarformaður, og næstformaður er Jógvan Kruse, borgarstjóri í Sunda kommunu. Hinir nevndarlimirnir eru Dávur Juul, borgarstjóri í Fuglafjarðar kommunu, Bjarni Johannessen, borgarstjóri í Vágs kommunu, Bogi Bendtsen, deildarstjóri fyri fyrisitingina hjá SEV, og Jóhannus Danielsen, umboð fyri IRF.

Listen