Viðtøkur fyri Kommunufelagið samtyktar á ársaðalfundi hin 19. apríl 2024
Lat alt upp
Navn, limaskapur og heimstaður

§ 1. Navn felagsins er Kommunufelagið, og felagið hevur heimstað í Tórshavn.

§ 2. Allar kommunur í Føroyum kunnu gerast limir.

§ 3. Upptøka av nýggjum limum verður góðkend á aðalfundi.

Endamál

§ 4. Endamál felagsins er at virka fyri felags áhugamálum, størri kommunalum sjálvræði og góðum samstarvi millum kommunurnar.

Aðalfundurin

§ 5. Aðalfundurin er hægsta vald felagsins. Aðalfundir í felagnum eru almennir, men formaðurin ella ein triðingur av umboðaðu atkvøðunum kann gera av, at eitt mál skal viðgerast fyri afturlatnum hurðum, um serligar orsakir eru til tess.

 

Stk. 2. Borgarstjórin umboðar kommunustýrið til at taka avgerð á aðalfundinum. Borgarstjórin og síðani kommunustýrið kann lata annan kommunustýrislim umboða kommunustýrið at taka avgerðir á aðalfundinum. Kommunustýrislimir í limakommununum hava rætt at møta og taka orðið á aðalfundinum.

 

Stk. 3. Boðast skal til aðalfund við í minsta lagi 30 daga freist. Fundarskrá verður saman við viðkomandi tilfari kunngjørd limakommununum í seinasta lagi 14 dagar innan aðalfundin.

 

Stk. 4. Forfólkið í felagnum, ein meiriluti í formansskapinum og limakommunur kunnu leggja mál fyri aðalfundin til viðgerðar. Limakommuna, ið vil hava mál til viðgerðar á aðalfundinum, sendir felagnum málið í minsta lagi 21 dagar innan aðalfundin. Broytingaruppskot skulu vera felagnum í hendi í seinasta lagi 5 dagar undan aðalfundinum fyri at koma til viðgerðar, tó so at aðalfundurin við undirtøku frá trimum fjórðingum av greiddum atkvøðunum kann loyva broytingaruppskoti at koma til viðgerðar.

 

Stk. 5. Á aðalfundi hevur hvør kommuna eina atkvøðu fyri hvønn íbúgva 1. januar undan aðalfundinum, tó so, at eingin kommuna hevur fleiri enn 45 % av samlaðu atkvøðunum.

 

Stk. 6. Er ikki annað tilskilað í hesum viðtøkum, verða avgerðir á aðalfundi tiknar við vanligum atkvøðumeiriluta. Navnleysar atkvøðugreiðslur eru ikki loyvdar.

 

Stk. 7. Aðalfundurin er viðtøkuførur, tá ið minst helvtin av limunum er møtt.

 

§ 6. Ársaðalfundur verður hildin á hvørjum ári í seinasta lagi 30. apríl við hesi skrá:

 

  1. Val av fundarstjóra.

 

  1. Forfólkið letur frágreiðing um virksemi felagsins í farna árinum og um framtíðarætlanir felagsins.

 

  1. Framløga av roknskapi til góðkenningar.

 

  1. Val av grannskoðara.

 

  1. Innkomin uppskot sbr. § 5, stk. 4.

 

  1. Ymiskt, herundir kunning um ætlaða fundarskrá fyri komandi árið.

 

Stk. 2. Eykaaðalfundur verður hildin, tá ið formansskapurin heldur tað vera neyðugt. Eykaaðalfundur verður somuleiðis hildin, tá ið fimm limakommunur ella limakommunur umboðandi í minsta lagi tveir fimtingar av samlaðu atkvøðunum skrivliga biðja um tað við tilskilaðari skrá. Innkalling til eykaaðalfund fer fram á sama hátt og við somu freist, sum til vanligan aðalfund. Formansskapurin kann í serligum føri gera av at kalla til eykaaðalfund við styttari freist, sum skal vera í minsta lagi eina viku.

Borgarstjórafundurin

§ 7. Tá talan ikki er um mál, sum skulu viðgerast á aðalfundi, er ovasta leiðsla felagsins borgarstjórafundurin, har allir borgarstjórar í limakommununum eru limir. Ein borgarstjóri kann geva øðrum kommunustýrislimi í síni limakommunu fulltrú at møta sína vegna á borgarstjórafundi.

 

Stk. 2. Borgarstjórafundurin tekur við 1. januar eftir kommunustýrisval.

 

Stk. 3. Borgarstjórafundur verður hildin umleið seks ferðir árliga og í minsta lagi eina ferð í hvørjum ársfjórðingi. Forfólkið kann harumframt kalla til borgarstjórafund, tá mál er, sum krevur viðgerð á borgarstjórafundi, og sum ikki kann bíða til næsta regluliga fund. Somuleiðis skal kallast til borgarstjórafund, tá ið minst tríggir limir, umboðandi minst ein fjórðing av atkvøðunum, skrivliga biðja um tað.

 

Stk. 4. Borgarstjórafundurin er viðtøkuførur, tá í minsta lagi helmingurin av limunum er møttur, ella tá ið limir, umboðandi minst helmingin av atkvøðunum í felagnum, eru møttir.

 

Stk. 5. Fráboðan um borgarstjórafund verður send limunum 14 dagar áðrenn fund. Forfólkið kann gera av at kalla inn við styttri freist, um umstøðurnar krevja hetta, og limunum stendur í boði at luttaka umvegis hóskandi talgildan pall.

 

Stk. 6. Á borgarstjórafundi hevur hvør kommuna eina atkvøðu fyri hvørt byrjað 1.000 íbúgvatal í kommununi 1. januar undan fundinum, tó so, at eingin kommuna hevur fleiri enn 45 % av samlaðu atkvøðunum.

 

Stk. 7. Avgerðir á borgarstjórafundinum verða tiknar við vanligum atkvøðumeiriluta. Miðast skal tó ímóti, at avgerðir eru einmæltar.

 

Stk. 8. Skipaður verður ein starvsbólkur at fyrireika mál, ið skulu viðgerast á borgarstjórafundi. Í starvsbólkinum sita kommunuskrivararnir/-stjórarnir í limakommununum, og borgarstjórafundurin velur millum hesi eitt forfólk fyri starvsbólkin. Viðurskiftini annars hjá starvsbólkinum verða skipað av formansskapinum.

Formansskapurin

§ 8. Borgarstjórafundurin skipar seg á fyrsta fundi í valskeiðinum við einum formansskapi við fimm limum. Um neyðugt verða hesi vald eftir atkvøðugreiðslu eftir tí leisti, sum er galdandi fyri borgarstjórafundir, og har atkvøtt fyrst verður um forfólk og síðani næstforfólk. Borgarstjórafundurin velur harafturat tríggjar limir í formansskapin, og valið av hesum limum fer um neyðugt fram í trimum umførum. Kommuna umboðandi minst ein triðing av atkvøðunum á aðalfundinum hevur rætt til umboð í formansskapinum, men ongin kommuna kann hava fleiri enn eitt umboð í formansskapinum.

 

Stk. 2. Formansskapurin tekur avgerð í málum, sum ikki skulu viðgerast á borgarstjórafundi ella aðalfundi. Avgerðir hjá formansskapinum verða tiknar við vanligum atkvøðumeiriluta, har hvør limur í formansskapinum hevur eina atkvøðu. Stendur á jøvnum, er atkvøðan hjá forfólkinum í formansskapinum avgerandi. Miðast skal tó ímóti, at formansskapsavgerðir eru einmæltar.

 

Stk. 3. Formansskapurin er viðtøkuførur, tá ið í minsta lagi helmingurin av limunum er møttur, harav ein skal vera forfólkið ella næstforfólkið.

 

Stk. 4. Formansskapurin hevur vanliga fund eina ferð um mánaðin í teimum mánaðum, tá ið borgarstjórafundur ella aðalfundur ikki er. Forfólkið ella tveir limir í formansskapinum kunnu harumframt kalla formansskapin til fundar, tá mál er, sum krevur formansskapsavgerð, og sum ikki kann bíða til næsta regluliga fund í felagnum.

 

Stk. 5. Borgarstjórafundurin kann gera av at skipa formansskapin av nýggjum. Avgerð um hetta krevur somu undirtøku sum viðtøkubroytingar, tó at málið ikki skal leggjast fyri aðalfundin. Atkvøðugreiðsla um at skipa formansskapin av nýggjum fer síðani fram eftir somu reglum, sum eru galdandi fyri regluligt val av formansskapi. Skipar borgarstjórafundurin formansskapin við nýggjum forfólki og næstforfólki, kann ein og hvør limakommuna krevja, at nýval av starvsnevndunum fyri Kommunala Arbeiðsgevarafelagið og Barnaverndarstovu Føroya fer fram á sama fundi.

Kommunala Arbeiðsgevarafelagið, Barnaverndarstova Føroya og Samstarvsráðið

§ 9. Við ábyrgd mótvegis felagnum og aðalfundinum verður virksemi felagsins innan arbeiðsgevara- og barnaverndarøkið skipað í ávikavist Kommunala Arbeiðsgevarafelagið, stytt KAF, og Barnaverndarstovu Føroya, stytt BVS. Borgarstjórafundurin velur á fyrsta fundinum í valskeiðinum limir til starvsnevndirnar fyri KAF og BVS. Er ikki annað tilskilað, fer valið fram eftir somu reglum, sum eru galdandi fyri borgarstjórafundir felagsins.

 

Stk. 2. Í starvsnevndina fyri KAF velur borgarstjórafundurin forfólk, næstforfólk og ein starvsnevndarlim millum limir sínar. Kommuna umboðandi minst ein triðing av atkvøðunum á aðalfundinum, sum ikki hevur nýtt sín rætt at fáa umboð í formansskapin, hevur rætt til umboð í starvsnevndini fyri KAF. Bert limir, sum ikki hava sæti í formansskapinum hjá Kommunufelagnum og ikki eru valdir í starvsnevndirnar fyri KAF ella BVS, kunnu taka við vali til starvsnevndina fyri KAF. Valið til starvsnevndina fer fram í nevndu raðfylgju. Eftir sama leisti verða varalimir valdir, tó so at næstforfólkið altíð gerst virkandi forfólk, tá ið forfólkinum berst frá, og varalimurin hjá forfólkinum tekur tá við sum virkandi næstforfólk. Starvsnevndarlimir í KAF eru harafturat nevndarformaðurin í SEV, hvørs varalimur er næstformaðurin í SEV, og nevndarformaðurin í IRF, hvørs varalimur er næstformaðurin í IRF. .

 

Stk. 3. Í starvsnevndina fyri BVS velur borgarstjórafundurin forfólk, næstforfólk og ein starvsnevndarlim millum limir sínar. Tó kunnu bert limir, sum ikki hava sæti í formansskapinum hjá Kommunufelagnum og ikki eru valdir í starvsnevndirnar fyri KAF ella BVS, taka við vali. Valið til starvsnevndina fer fram í nevndu raðfylgju. Eftir sama leisti verða varalimir valdir, tó so at næstforfólkið altíð gerst virkandi forfólk, tá ið forfólkinum berst frá, og varalimurin hjá forfólkinum tekur tá við sum virkandi næstforfólk.

 

Stk. 4. Fyri KAF og fyri BVS verða gjørdar serstakar almennar starvsskipanir, sum verða lagdar fyri aðalfundin til góðkenningar. Seinni broytingar í starvsskipanum skulu hareftir góðkennast fyrst av avvarandi starvsnevnd og síðani av borgarstjórafundinum fyri at fáa gildi. Somuleiðis kunnu uppskot til broytingar í starvsskipanum leggjast fyri aðalfundin.

 

Stk. 5. Forfólkini í Kommunufelagnum og starvsnevndum felagsins skipa eitt samstarvsráð at umrøða mál av felags áhuga. Samstarvsráðið verður skipað og virkar undir leiðslu av forfólkinum í Kommunufelagnum. Samstarvsráðið hevur vanliga fund fýra ferðir um árið og annars eftir tørvi. Limir í formansskapinum og starvsnevndum felagsins kunnu luttaka á fundum í samstarvsráðnum, tá ið forfólkið í Kommunufelagnum ella ein meiriluti í samstarvsráðnum ger hetta av.

Skrivstovan

§ 10. Formansskapurin setur og loysir úr starvi stjóra, ið hevur ábyrgdina mótvegis formansskapinum fyri, at virksemi felagsins verður rikið sambært galdandi reglum.

 

Stk. 2. Stjórin hevur dagligu fyrisitingina av felagnum um hendi, og skal í samstarvi við borgarstjórafundin og formansskapin umsita felagið innan fíggjarligu karmarnar og í samsvari við endamál felagsins.

 

Stk. 3. Formansskapurin ger starvsskipan fyri stjóran.

 

Stk. 4. Stjórin setur og loysir úr starvi onnur starvsfólk eftir ásetingum í starvsskipanini sambært stk. 3.

Fíggjarviðurskifti

§ 11. Útreiðslurnar av at reka felagið verða goldnar av limakommununum. Limagjaldið verður ásett samsvarandi íbúgvatalinum í kommununum 1. januar í tí ári, sum fíggjarætlanin verður samtykt. Tó skal eingin kommuna rinda meira enn 45 % av limagjaldinum.

 

Stk. 2. Forfólkið ger saman við stjóranum uppskot til fíggjarætlan fyri felagið komandi fíggjarár, sum forfólkið leggur fyri formansskapin til góðkenningar í seinasta lagi í 2. ársfjórðingi.

 

Stk. 3. Limakommunurnar rinda í minsta lagi ein tólvtapart av limagjaldinum hvønn mánað til felagið.

 

Stk. 4. Eingin limakommuna heftir fyri skyldum felagsins við øðrum enn tí, sum avgjørt er at vera hennara partur av útreiðslunum sambært fíggjarætlanini.

 

Stk. 5. Ongar avgerðir í málum, sum krevja kommunustýrissamtykt, eru bindandi fyri limakommunurnar, uttan tílík samtykt fyriliggur.

Roknskapur

§ 12. Stjórin hevur ábyrgd av roknskaparførsluni.

 

Stk. 2. Roknskapurin verður grannskoðaður av løggildum grannskoðara.

 

Stk. 3. Tá ið roknskapurin er góðkendur við aðalfundarsamtykt, verður roknskapurin undirritaður av formansskapi, stjóra og aðalfundarstjóra.

Aðrar ásetingar

§ 13. Allir fundir felagsins kunnu verða hildnir heilt ella partvíst talgilt, um formansskapurin ger hetta av, og serlig viðurskifti tala fyri hesum.

 

§ 14. Felagið verður teknað av forfólkinum og næstforfólkinum í felag, av stjóranum og forfólkinum ella næstforfólkinum í felag, ella av tveimum limum í formansskapinum og stjóranum í felag.

 

§ 15. Samtyktir um broytingar av viðtøkunum ella avtøku av felagnum skulu gerast av aðalfundinum. Í minsta lagi tríggir fjórðingar av atkvøðutalinum skulu vera umboðaðir á fundinum, og uppskotið skal samtykkjast við í minsta lagi trimum fimtingum av greiddum atkvøðum.

 

Stk. 2. Er fundurin ikki viðtøkuførur, verður nýggjur fundur 14 dagar seinni, og hesin er viðtøkuførur uttan mun til, hvussu nógvar atkvøður eru umboðaðar. Samtykt skal tó vera við í minsta lagi trimum fimtingum av greiddum atkvøðum.

 

§ 16. Við minst seks mánaða skrivligum varningi kann ein kommuna siga upp limaskap sín í felagnum til ein 1. januar.

 

Stk 2. Kommunur, ið melda seg úr felagnum, hava einki krav móti felagnum ella ognum felagsins, og hefta ikki fyri skyldum felagsins.

 

§ 17. Verður felagið tikið av, falla ognirnar aftur til limakommunurnar í sama lutfalli, sum tær hava luttikið í útreiðslum felagsins seinasta roknskaparárið.

Gildiskoma

§ 18. Viðtøkur felagsins fáa gildi frá 1. januar 2025, og samstundis fara úr gildi viðtøkur fyri Kommunufelagið samtyktar á stovnandi aðalfundi 13. desember 2013 og broyttar á eykaaðalfundi hin 15. desember 2023.