Søgan í stuttum

Kommunufelagið er úrslitið av eini samanlegging av Kommunusamskipan Føroya og Føroya Kommunufelag, ið gjørdist veruleiki 1. januar 2014. Tey bæði feløgini, ið vóru løgd saman, hava eina áhugaverda og fjøltáttaða søgu, sum byrjar í 1967.

Tann 29. september 1967 skrivar Klaksvíkar kommuna bræv til kommunustýrini á Nesi, í Runavík, í Gøtu, í Fuglafirði , í Leirvík, í Hvannasundi og á Viðareiði við uppskoti um at gera ein kommunalan felagsskap við tí endamáli at styðja hvønn annan. 

Endamálið hjá nýggja felagnum var at virka fyri at fremja áhugamál, sum eru felags fyri limakommunurnar, at standa saman í felags áhugamálum yvir fyri ríkisstjórn, løgtingi og landsstýri og øðrum innlendis stovnum, at virka fyri størri samarbeiði ímillum kommunustýrini, at skipa fyri upplýsing kommunumálum viðvíkjandi og at skipa fyri fyrilestrum og kjakfundum fyri kommunustýrislimum og kommunalum starvsfólkum um serstakar tættir kommunuarbeiðinum viðvíkjandi.

Sum fyrsti formaður í felagnum var Asbjørn Joensen úr Klaksvík valdur, og Tummas Jacobsen úr Gøtu var valdur til næstformann. 

Tey fyrstu 4 árini vóru einans tær 8 upprunaligu kommunurnar við í felagnum, men í 1971 komu Vágs-, Eiðis-, Sunda- og Oyndarfjarðar kommunur afturat, og árið eftir Elduvíkar kommuna.

So hvørt komu hinar kommunurnar eisini upp í felagið. Tórshavnar Kommuna gjørdist limur í 1973, men hon tók seg úr aftur felagnum í 1978.

Tey fyrstu árini var felagið rikið uttan nakað lønt starvsfólk. Málini vóru avgreidd á fundum og Klaksvíkar kommuna átók sær skrivliga arbeiðið. Fyrsti skrivarin var settur í starv í 1973.

Orðaskiftið í felagnum var nógv merkt av fíggjarligu trupulleikunum hjá kommununum. Í fyrstuni var tað spurningurin um at fáa hækkað stuðulin frá landinum. Broytt fíggjarligt býti millum land og kommunur var ein fastur táttur á skránni øll árini. Betri møguleikar til lántøkur gjøgnum ein kommunalan lánsgrunn var eisini nógv talað um. Øktar skattaeftirstøður vóru stóra umrøðuevnið fyrst í áttatiárunum, men hetta varð loyst við samtíðarskattaskipanini. Fyrst í nítiárunum tók kommunala skuldin nógva tíð hjá felagnum. Kommunurnar stóðu tá saman, við tað at tær allar gingu saman í eina felags avtalu við lánveitararnar. Henda avtala hevði stóran týdning fyri sperdu kommunurnar í kreppuárunum.

Um aldamótið kom nýggj kommunustýrislóg. Tá valdu tær seks stóru  kommunurnar, Tórshavnar kommuna, Klaksvíkar kommuna, Runavíkar kommuna, Tvøroyrar kommuna, Fuglafjarðar kommuna og Vágs kommuna, at stovna Kommunusamskipan Føroya. Hetta fór fram á aðalfundi 10. juni 1999.

Fyri stovnandi aðalfundin samstarvaðu hesar seks kommunur um mong viðurskifti undir heitinum Býarfelagið, men við stovnsetanini av Kommunusamskipanini varð samstarvið millum hesar kommunurnar formliga skipað.

Tað var skjótt, at Kommunusamskipanin vaks í íbúgvaraumboðan, fyrst og fremst gjøgnum kommunusamanleggingar. Í 2001 legði Kollafjarðar kommuna saman við Tórshavnar kommunu. Í valskeiðinum 2001-2005 vóru fleiri samanleggingartilgongdir. Skála, Oyndarfjarðar og Elduvíkar kommunur løgdu saman við Runavíkar kommunu; Mikladals kommuna legði saman við Klaksvíkar kommunu; og Hests-, Kirkjubøar- og Nólsoyar kommunur komu uppí Tórshavnar kommunu. Ársskiftið 2009 legði Svínoyar kommuna saman við Klaksvíkar kommunu og Funnings kommuna saman við Runavíkar kommunu.

Talið av limakommunum í Kommunusamskipanini hækkaði á aðalfundinum í 2007, tá limaskapurin hjá Sands kommunu varð staðfestur.

Bæði feløgini fundaðust við jøvnum millumbilum tó um at leggja saman. Við at standa saman sum ein maður, eru tær sterkari sum samstarvspartur enn við tveimum feløgum. Eisini hevði tað týdning, at allar kommunurnar hava eina rúgva av felags áhugamálum, ið eru lættari at røkja undir eini og somu leiðslu. Rokkið var á mál við samráðingunum á heysti í 2013, og nýggja Kommunufelagið fór til arbeiðis 1. januar 2014.

Listen