Kommunufelagið

Kommunufelagið er felagið hjá øllum kommunum.

Endamál felagsins er at virka fyri felags áhugamálum, størri kommunalum sjálvræði, og betri samstarvi millum kommunurnar.

Arbeitt verður fyri greiðum uppgávu- og ábyrgdarbýti millum land og kommunur, og at kommunali myndugleikin verður styrktur.

Kommunufelagið er skipað við einum stýri, ið tekur avgerðir, einum starvsbólki, ið fyrireikar mál til stýrið, og eini skrivstovu, ið samskipar virksemið og útinnir avgerðirnar hjá stýrinum.

Kommunufelagið samskipar, fyrireikar og ráðgevur kommununum í málum av felags áhuga og í serstøkum málum. Dømi uppá slík mál kunnu t.d. vera: býti av uppgávunum millum land og kommunur, umboðan mótvegis landsmyndugleikum o.ø., lógarsmíð og lógartulking, uppskot til umsitingarligar mannagongdir og skipanir, førleikamenning v.m.

Samskift og samstarvað verður við landsumsitingina, vinnulívið, feløg og felagsskapir í Føroyum og uttanlands.

Limirnir í Kommunufelagnum eru skipaðir í Kommunala Arbeiðsgevarafelagi Føroya (KAF), hvørs endamál er at fremja áhugamál limanna í øllum málum um lønar- og setanarviðurskifti starvsfólkanna. KAF hevur skrivstovu í Kommunuhúsinum.

Kommunufelagið eigur og rekur Barnaverndarstovu Føroya (BVS), ið er felagskommunalur stovnur sambært barnaverndarlógini. Eisini Barnaverndarstovan hevur skrivstovu í Kommunuhúsinum. 

Listen