Barnaverndartænastur

Landið er skipað í átta øki við hvør síni barnaverndartænastu:

  • Barnaverndartænastan fyri Norðoyggjar
  • Barnaverndartænastan fyri Eysturkommunu og Fuglafjarðar Kommunu
  • Barnaverndartænastan við Skálafjørðin
  • Barnaverndartænastan í VEKS-samstarvinum millum Vestmanna-, Eiðis-, Kvívíkar- og Sunda kommunur
  • Barnaverndartænastan fyri Tórshavnar kommunu
  • Barnaverndartænastan fyri Vága og Sørvágs kommunur
  • Barnaverndartænastan fyri Sandoyar og Skúvoyar kommunur
  • Barnaverndartænastan fyri Suðuroynna

Barnaverndartænasturnar hava ábyrgd av, at børn í teirra øki, sum liva undir viðurskiftum, ið kunnu skaða teirra heilsu og menning, fáa neyðugu hjálpina. Sambært grein 15 í Barnaverndarlógini kann hetta verða gjørt við ymsum fyribyrgjandi fyriskipanum.

Barnaverndartænasturnar hava fastar avgreiðslutíðir vanligar yrkadagar. Uttan fyri hesar tíðar ber til at ringja til vakttelefonina hjá hvørji einstakari barnaverndartænastu, tá málið hevur skund. Her finnur tú vakttelefonir og aðrar upplýsingar um barnaverndartænasturnar.

Listen