Kommunuhúsið

Í Kommunuhúsinum er skrivstova Kommunufelagsins. Her eru eisini skrivstovurnar hjá Barnaverndarstovu Føroya og hjá Kommunala Arbeiðsgevarafelagnum. Eisini SSP-samstarvið og Listaleypurin halda til í Kommunuhúsinum. Til samans starvast 16 fólk í húsinum. Húsið verður eisini brúkt til fundir hjá hesum stovnum og hjá einstøku limunum, tá tørvur er á tí.

Endamálið hjá skrivstovu Kommunufelagsns er at útinna tær avgerðir, ið stýrið tekur. Skrivstovan er eisini bindilið millum limakommunurnar. Hon samskipar virksemið hjá teimum og umboðar tær mótvegis landsmyndugleikum o.ø. Eisini ger hon kunningartilfar, eins og hon ráðgevur og førleikamennir kommunurnar.

Barnaverndarstovan er felagskommunalur stovnur við heimild í løgtingslógini um barnavernd. Aðaluppgávurnar hjá Barnaverndarstovuni eru m.a. at umsita Fosturforeldraskipanina og Barnahúsið, umframt at veita barnaverndartænastunum kring landið holla vegleiðing og ráðgeving, at virka sum ráðgevi hjá landsstýrinum á barnaverndarøkinum, at styrkja og samskipa barnaverndarøkið, og at fáa til vega hagtøl og at skipa fyri gransking og menning á økinum. 

Kommunala Arbeiðsgevarafelagið er kommunalur felagsskapur, sum kommunurnar, IRF og SEV eru saman um. Endamál felagsins er at fremja áhugamál limanna í øllum málum um lønar- og setanarviðurskifti starvsfólkanna. Limirnir standa fyri rakstrinum av felagnum.

Stjórin í Kommunufelagnum hevur leiðsluna í Kommunuhúsinum um hendi.

Samband

Kommunufelagið

R. C. Effersøesgøta 26

100 Tórshavn

Tel 30 24 80

T-postur: kf@kf.fo

Heimasíða: www.kf.fo

Skrivstovutíð er mánadag - fríggjadag kl. 9 - 15.

 

V-tal: 606294
Konta: 9181-129.552.9

Búmerki

Búmerkið hjá felagnum ímyndar laðað malargrót. Hvør steinur er ein eind, sum – saman við øðrum steinum – skapa ein bygnað. Laðast kann afturat og bygnaðurin kann ganga inn í nýggjar samanhangir. Bygnaðurin er sterkur, men skal haldast við líka.

Laðað grót er ímyndin av tí menniskjaskapta. Búmerkið lýsir ta menninskjaligu drívmegina og týdningin av samskifti og samskipan.
 
Litirnir stava frá basaltinum, sum er tað tilfar, ið landið byggir á, og kunnu eisini síggjast sum ein spegling av himmali og havi í grótinum.
 
Búmerkið hjá felagnum er úrslit av búmerkjakapping, ið táverandi Kommunusamskipan skipaði fyri í 2004. Dómsnevndin gav Armgarð Weihe 1. virðisløn fyri uppskotið. 
 
Búmerkið í gróti, sum prýðir húsaveggin móti R.C. Effersøesgøtu, hevur Eyðun Dal-Christiansen, grótlistamaður, gjørt.

 

Listen