Kommunuhugtakið

Tann kommunala skipanin, ið vit í dag hava í Føroyum, er í stóran mun ávirkað av danskari og norðurlendskari fyrisitingar- og lóggávusiðvenju. Men hugtakið lokalt sjálvræði er elligamalt og byggir á hugsanarhátt úr rómverskum rætti, og snúði seg í høvuðsheitum um, at borgarar í einum býi ella øki høvdu framíhjárættindi sum borgarar í rómverska ríkinum, men vórðu stýrd av egnum lokalum myndugleikum eftir sínum egnu lógum.

Longu seint í miðøldini høvdu kommunur nógvar ymsar uppgávur at røkja og hetta broyttist nakað undir einaveldinum, men við donsku grundlógini frá 1849 bleiv sjálvstøðugi rætturin hjá kommununum til at røkja egnar uppgávur staðfestur. Tó var staturin eftirlitsmyndugleiki.

Fyrsta føroyska kommunulógin kom í 1872, og nú galdandi kommunustýrislógin er frá 2000.

Í Føroyum hava vit nú 29 sjálvstøðugar kommunur, sum í fólkatali eru spjaddar frá Fugloyar og Skúvoyar kommunum við færri enn 50 íbúgvum til Tórshavnar kommunu við fleiri enn 22.000 íbúgvum. Hóast hesa spjaðing í stødd, er formliga grundarlagið undir føroysku kommununum stórt sæð eins.

Kommunur í stýrisskipanarligum høpi

Lokalt sjálvræði er ein týðandi hornasteinur í okkara fólkaræði. Í § 82 í donsku grundlógini er ásett, at “Kommunernes ret til under statens tilsyn selvstændigt at styre deres anliggender ordnes ved lov.”

Sambært hesum er greitt, at kommunurnar hava rætt til sjálvstøðugt at stýra egnum viðurskiftum. Kommunurnar hava sjálvstøðugt fíggjarligt frælsi og politiskt sjálvræði. Kommunurnar eru sostatt sjálvstøðugar politiskar og fyrisitingarligar eindir. Harumframt er breið semja um, at málsførleikin hjá kommununum ikki kann avmarkast á ein tílíkan hátt, at tað ikki longur er talan um veruligt sjálvræði. Umframt rættin til sjálv at útskriva og krevja upp skatt, er kommunalt sjálvræði tongt at teimum uppgávum, ið kommunurnar skulu loysa og tí politiska rásarúmi, sum kommunurnar hava til at leggja til rættis, hvussu kommunalar uppgávur skulu loysast.

§ 82 í grundlógini merkir eisini, at viðurskiftini millum landsmyndugleikarnar og kommunurnar ikki eru yvir- og undirskipað, eins og landsfyrisitingin ikki hevur heimildir at geva kommununum boð, á sama hátt sum annars er galdandi í viðurskiftunum millum landsfyrisitingina og stovnar undir landinum. Bindandi reglur fyri kommunur skulu vera ásettar við heimild í lóg ella aðrari rættarkeldu.

Umframt í grundlógini, er lokalt sjálvræði við tilverurættinum hjá kommununum staðfestur í § 56 í stýrisskipanarlógini, ið er soljóðandi: “Rættur kommunanna at skipa egin viðurskifti undir eftirliti landsstýrisins verður ásettur í løgtingslóg, m.a. í hvønn mun kommunur og millumkommunufelagsskapir kunnu skuldbindast við láni, borgan o.ø.m.”

Sambært fyrireikandi arbeiðinum, orðaljóðinum og viðmerkingunum til § 56, er ásetingin í stýrisskipanarlógini ein beinleiðis endurtøka av tí rætti, sum kommunurnar longu frammanundan hava eftir § 82 í grundlógini.

Umframt staðfestingina í grundlógini og stýrisskipanarlógini um rættin hjá kommunum at skipa egin viðurskifti, er lokala sjálvræðið eisini ein týðandi táttur í evropeisku demokratisku siðvenjuni. Sambært evropeiska sáttmálanum um lokalt sjálvræði frá 1985, verður lokalt sjálvstýri hugsað sum rætturin og førleikin hjá einum lokalum myndugleika, innan lógarinnar karmar, at stýra og fyrisita einum munandi parti av almennum viðurskiftum, við egnari ábyrgd og við støði í áhuganum hjá fólkinum á staðnum.

Almennar uppgávur skulu í høvuðsheitum røkjast av myndugleikum, sum eru borgaranum næstir. Um annar myndugleiki skal røkja uppgávuna, so eigur hetta at vera grundað á, hvat slag og av hvørjum vavi uppgávan er, og við atliti at virkisføri og fíggjarligum viðurskiftum. Tær heimildir, ið eru lagdar til lokalar myndugleikar, eiga vanliga at vera givnar til fulnar og vera óskerdar. Heimildirnar eiga heldur ikki at verða gjørdar verri ella avmarkast av øðrum almennum myndugleika, uttan so at hetta er heimilað í lóggávuni.

Europeiski sáttmálin um lokal sjálvræði ásetur nakrar meginreglur, og hesar eru í høvuðsheitum:
Lat alt upp
Almennar uppgávur

Almennar uppgávur skulu røkjast av einum myndugleika so tætt at borgaranum sum gjørligt

Lokalir myndugleikar

Lokalu myndugleikarnir skulu hava veruligt sjálvræði yvir teimum uppgávum, ið landafrøðiliga liggja lokalt

Lokalu myndugleikarnir og fígging

Lokalu myndugleikarnir skulu kunna útvega sær fígging til at loysa uppgávuna, her í millum eisini rætt til at útskriva lokalan skatt

Kommunalrætturin

Kommunalrættur verður vanliga býttur í tríggjar ymsar tættir, sum eru: lóggáva, ið regulerar kommunal viðurskifti, kommunufulltrúin og kommunala eftirlitið:

Lóggáva

Lóggáva um kommunal viðurskifti snýr seg í høvuðsheitum um at skipa lóggávu viðvíkjandi økjum, har kommunur hava skyldur og heimildir mótvegis borgarum sínum. 

Kommunufulltrúin

Kommunufulltrúin er eitt heimildargrundarlag, sum ikki er regulerað í lóg, men sum kommunurnar kunnu nýta sum heimild at virka á, um ávísar treytir eru loknar. Umframt ta lóggávu, sum beinleiðis regulerar kommunal viðurskifti, eru kommunurnar eisini almennir myndugleikar, og eru tær tí eisini fevndar av fyrisitingarligari lóggávu sum t.d. fyrisitingarlóg, lóg um innlit í fyrisitingina o.t.

Viðurskiftini hjá føroysku kommununum verða stýrd yvirskipað eftir kommunustýrislógini frá 2000. Sambært hesi lóg er kommunustýrið evsti politiski og fyrisitingarligi myndugleiki í kommununi og hevur evsta vald og evstu ábyrgd av kommunalum viðurskiftum.

Kommunala eftirlitið

Landsstýrið hevur eftirlit við kommununum. Kommunala eftirlitið er eitt sokallað legalitetseftirlit, sum merkir, at landsstýrið hevur eftirlit við, at kommunurnar halda galdandi lóggávu. Hinvegin skal eftirlitið ikki taka støðu til, hvørt kommunurnar bera seg skynsamt at, tí hetta hoyrir undir politiska frælsið hjá kommununum at gera av. Kommunala eftirlitið hevur eisini heimild at gera av ivamál um, hvar mørkini fyri heimildum eftir kommunufulltrúini eru.

Eyðkenni fyri lokala sjálvræðið
Lat alt upp
Tilverurættur kommunnunar

Kommununnar tilverurættur er tryggjaður í grundlóg og stýrisskipanarlóg og byggir á evropeiska demokratiska siðvenju.

Sjálvstøðugar politiskt og fyrisitingarliga

Kommunurnar eru sjálvstøðugar politiskar og fyrisitingarligar eindir við fíggjarligum og politiskum frælsi.

Frælsi til egnar raðfestingar

Kommunurnar hava frælsi at gera egnar raðfestingar viðvíkjandi teimum uppgávum, ið tær skulu røkja.

Ikki undirskipaðir stovnar undir landinum

Kommunur eru ikki undirskipaðir stovnar undir landinum og tískil kann landið ikki geva kommununum bindandi boð

Rætt at útskriva egnar skattir og nýta hesar inntøkur

Kommunur hava rætt til at útskriva egnar skattir og at nýta hesar inntøkur eftir egnum politiskum raðfestingum.

Listen