Arbeiðsbólkur handað eftirmeting av Tí góðu tilgongdini
06. mars 2024
Í gjár handaði arbeiðsbólkur Sirið Stenberg, landsstýriskvinnu í almanna- og mentamálum, eftirmeting av "Tí góðu tilgongdini". Samanumtikið staðfestir eftirmetingin, at Tann góða tilgongdin er góð hjálp hjá familjum við børnum, ið hava autismu, tá ið tilgongdin virkar eftir ætlan. Til samans fevnir eftirmetingin um 17 tilmæli, harav nøkur kunnu setast í verk skjótt, onnur krevja politiska støðutakan, meðan uppaftur onnur mugu viðgerast nærri.
Borgarar, sum bera brek, hava ofta tørv á tænastum frá nógvum ymiskum stovnum og myndugleikum. Tað hevur víst seg, at borgarin og avvarðandi uppliva manglandi samskipan millum tænastur, og tað hevur stóra ávirkan á gerandisdagin hjá nógvum familjum. Í 2012 var farið undir verkætlan við tí endamáli at skipa samanhangandi tænastu tvørtur um fakligar geirar, har úrslitið gjørdist tilmælið, Tann góða tilgongdin. Í samgonguskjalinum er ásett, at skipanin við Tí góðu tilgongdini skuldi eftirmetast og víðkast. Í arbeiðsbólkinum vóru Barbara Á. Thomsen (forkvinna) og Ann Kristina S. Simonsen vegna Almanna- og mentamálaráðið, Joan Knudsen vegna Barna- og útbúgvingarmálaráðið, Andreas Sjóvará vegna Heilsumálaráðið, Janus Haraldsen vegna Kommunufelagið og Gunnvá Staksberg vegna Autismufelagið.
Eftirmetingin kann lesast her.