Kommunufelagið
Ársaðalfundur í dag
28. mars 2025

Í dag, 28. mars klokkan 13, er ársaðalfudur Kommunufelagsins á Hotel Føroyum.
Á skránni fyri aðalfundin er millum annað formansfrágreiðing, sum Tórbjørn Jacobsen ber fram.
Formliga skráin er hendan:
- Val av fundarstjóra.
- Forfólkið letur frágreiðing um virksemi felagsins í farna árinum og um framtíðarætlanir felagsins.
- Framløga av roknskapi til góðkenningar.
- Val av grannskoðara.
- Innkomin uppskot.
- Ymiskt, herundir kunning um ætlaða fundarskrá fyri komandi árið.
Øll tey 199 umboðini, sum blivu vald á kommunuvalinum í november, hava rætt til at møta.