Borgarar verða eggjaðir at stuðla stórari kanning av frítíðarlívinum í Føroyum
10. mai 2021
Í løtuni verður gjørd ein stór kanning av frítíðarlívinum í Føroyum, og fyriskipararnir heita nú á borgarar um at hjálpa við kanningini. Úrslitini skulu útvega vitan um tørv og ynski hjá borgarum til núverandi og framtíðar frítíðartilboð í Føroyum.
Høvuðsparturin av kanningini er eitt spurnablað, sum er sent til 6.000 tilvildarliga úrvaldar vaksnar borgarar. Fleiri hava svarað spurningunum um frítíðarvanar, men vit hava tørv á enn fleiri svarum fyri at tryggja okkum eitt haldgott vitanargrundarlag. Tískil fara 4.500 borgarar at fáa enn eitt bræv við innbjóðing at taka lut í kanningini ein av komandi døgunum.
Tað er fyrstu ferð, at ein so stór kanning verður gjørd av frítíðarlívinum í Føroyum, og tey sum standa fyri kanningini eru: Uttanríkis- og mentamálaráðið, Kommunufelagið og fleiri kommunur, Ítróttasamband Føroya (ÍSF), Føroya Ungdómsráð (FUR), Fólkaheilsuráðið, Fróðskaparsetur Føroya umframt Lokale og Anlægsfonden í Danmark. Idrættens Analyseinstitut, ið hevur gjørt líknandi kanningar í Danmark og Grønlandi, letur kanningina gera. Partarnir eggja borgarunum at stuðla kanningini:
”Ein so mikið umfatandi kanning av frítíðarlívinum gevur umráðandi vitan um tørvin og møguleikar fyri menning, ið eru á økinum. Men fyri at fáa eitt so gott og nýtiligt dátugrundarlag sum møguligt, er tað sera umráðandi, at vit fáa nógv svar inn,” sigur Petur Mittún, Aðalskrivari í ÍSF
”Vit eggja tískil øllum borgarum, sum eru bodnir at luttaka í kanningini, at svara spurnabløðunum, ið eru send út. Hetta verður til gagn og gleði fyri okkum øll, sum virka og trívast í Føroyum,” sigur Magni Mohr, formaður í fólkaheilsuráðnum
Umframt spurnablaðið til vaksna borgaran eru tvær aðrar spurnakanningar í umferð. Onnur vendir sær til børn í 4.-10. flokki, sum fáa møguleikan at svara spurnablaðnum í skúlatíðini. Hin kanningin, sum nú er endað, varð send feløgum innan frítíðarlívið. Endamálið við henni er at varpa ljós á ítriv hjá feløgunum, umstøður og trivnað. Harumframt verður gjørd ein kortlegging av frítíðaranleggum í Føroyum.
Úrslitini av kanningini skulu veita kommunum og feløgum vitan um teirra málbólk og vísa á møguleikar fyri menning. At enda verða aktørar á økinum bodnir at samskifta um víðari menning av framtíðar frítíðarlívinum í Føroyum.
Hevur tú spurningar viðvíkjandi kanningini, so kanst tú venda tær til:
Eyðun Christiansen, stjóri, kommunufelagið eydunc@kf.fo
Petur Mittún, aðalskrivari, Ítróttasamband Føroya , petur@isf.fo
Malene Thøgersen, senioranalytiker, Idrættens Analyseinstitut, malene.thogersen@idan.dk
Til ber at lesa meira um kanningina her