Demenssjúklingar yngri enn 67 ár ikki ein kommunal ábygd
04. november 2016
Markamótsnevndin, sum landið og kommunurnar fyrr í ár avtalaðu at seta á stovn, er nú farin til verka.
Henda nevnd er sett til at taka støðu til tey mál, har ógreiða er um, hvørt landið ella kommunurnar eiga at taka ábyrgd. Henda ógreiða hevur serliga valdað um teir borgarar, sum eru yngri enn 67 ár, men sum hava tørv á tilboðum, sum verða sett í samband við lógina um heimatænastu, eldrarøkt v.m.
Fleiri av málunum snúgva seg um fólk við demenssjúkum, og tað var júst eitt av hesum, sum Markamótsnevndin nú hevur tikið støðu til. Talan var um avvarðandi hjá einari kvinnu, ið er yngri enn 67 ár, og sum hevur Alzheimers, fyrst høvdu søkt Almannaverkið um dagtilhald til kvinnuna um dagin. Svarið hjá Almannaverkinum var, at tað var kommunan, ið hevði ábyrgdina.
Eftir hetta setti familjan seg í samband við heimakommununa hjá kvinnuni, Tórshavnar kommunu. Støðan hjá kommunu var hinvegin, at Almannaverkið eigur ábyrgdina og at kommunan annars ikki hevur tilboð til heimabúgvandi við Alzheimer, og at kommunan hvørki hevur heimild ella skyldu at veita slík tilboð.
Markamótsnevndin kom til ta niðurstøðu, at dagtilhald til heimabúgvandi fólk undir 67 ár við demens ikki er ein kommunal uppgáva. Tað er hinvegin ein uppgáva, ið hoyrir heima hjá landinum sambært § 32b í forsorgarlógini.
Sambært nevndini hava fólk undir 67 við demens als ikki hava fingið nøktandi raðfesting í lógararbeiðinum, tá eldraøkið varð lagt frá landi til kommunur. Nevndin heitir tí á Almannamálaráðið og Kommunufelagið, at tey sum skjótast avtala greiðari reglur um viðurskiftini hjá hesum fólkum.
Eyðsæð er, at talan er um borgarar og avvarðandi teirra, ið eru í eini sera ringari støði, og tí er at fegnast um, at ein niðurstøða er komin, sum partarnir frameftir kunnu byggja á.