Kommunufelagið

Ein ruddiligari fjøra

15. juni 2017

Kommunufelagið hevur í sínum dagliga virksemi eisini umhvørvið á síni dagsskrá, millum annað sum limur Kommunernes Internationale Miljøorganisation, sum arbeiðir fyri einum reinari havumhvørvi.

Enn annað átakið er Nordic Coastal Clean-Up 2017, sum varpar ljós á óruddið, sum framvegis sløðist í fjøruni, hóast góðu møguleikarnar hjá flestøllum at fáa hetta fyribeint á røttum stað. Í hesum sambandi vóru starvsfólk úr Kommunuhúsinum ein túr í Kirkjubø týsdagin og tóku burturkast upp í Sugguni, sum jú er kent rekapláss. Síðan varð tað innsavnaða bólkað og vigað. Úrslitið var  80 pund av burturkasti, sum tað tók ein tíma at savna saman. Størsti parturin var træsprek og so nakað av plasti og jarni.

Hóast kommunurnar eru raskar at skipa fyri ruddingardøgum og annars hava eitt vakið eyga við umhvørvinum, hevði tað verið gott, um øll tóku upp eftir sær sjálvum, so óruddið ikki fer út í ringrás, men heldur beint í skrell.

Uppteljingin av burturkastinum í Sugguni verður nú sent felagsskapinum at samanbera við hini limalondini. So fáa vit at síggja, hvussu ruddilig vit eru, samanborið við grannalond okkara.

Samband

Kommunufelagið

R. C. Effersøesgøta 26
100 Tórshavn

Teldupostur: kf@kf.fo