Kommunufelagið
Ein væl fyltur Listaleypur
26. september 2016
Í hesum døgum verður ein skrá løgd fyri tiltøkini, sum Listaleypurin kemur út á skúlarnir við í hesum skúlaárinum – teir skúlar, sum hava meldað seg til. Listaleypurin er eitt mentanarligt átak, sum skal geva fólkaskúlanæmingum høvi at uppliva góða yrkislist.
Listaleypurin byrjaði sum 3 ára royndarverkætlan í 2008, men er nú í føstum kørmum í samstarvi millum Norðurlandahúsið, Kommunufelagið og Mentamálaráðið.
Listaleypurin hevur eina heimasíðu, eins og at ársins faldari er at finna her. Í Listaleypinum er ein rúgva av áhugaverdum tiltøkum at finna, sum skúlarnir vónandi fara at gera sær dælt av, og nýta sum ein part av sínum gerandisdegi.