Kommunufelagið

Einmælt samtykt at seta eftirmetingarbólk

19. februar 2021

Á eykaaðalfundi hjá SEV í dag var einmælt samtykt, við 72 atkvøðum fyri og ongari ímóti, at eftirmeta bygnaðin í SEV

Formansskapurin í Kommunufelagnum, Heðin Mortensen og Torbjørn Jacobsen, løgdu í morgun fram uppskot fyri aðalfundin hjá SEV, um at fyriskipa eina eftirmeting av bygnaðinum í SEV.
 

Uppskotið

Bygnaðurin í orkufelgsskapinum SEV skal eftirmetast, og um hildið verður neyðugt, skal ítøkiligt tilmæli gerast um ábøtur á verandi bygnað. Møguligt uppskot um nýggjan bygnað verður lagt fram á eykaaðalfundi seinri í ár.

5 borgarstjórar og nevndarformaðurin fyri SEV manna eftirmetingarbólkin, sum sjálvur tilevnar arbeiðssetningin og tekur sær tann uttansyndis førleika, sum neyðugur er, eisini innan úr felagnum, fyri at røkka skilabesta úrslitinum.

Skotið verður upp at eftirmetingarbólkurin verður mannaður við hesum borgarstjórum.

• Heðin Mortensen, Tórshavnar kommuna
• Karl H. Johansen, Klaksvíkar kommuna
• Torbjørn Jacobsen, Runavíkar kommuna
• Bjarni Prior, Vága kommuna
• Kristin Michelsen, Tvøroyrar kommuna

Stýrisformaður í Kommunufelagnum grundgav soleiðis fyri uppskotinum:

Tað er eingin loyna at felagsskapurin SEV, seinnu árini í fleiri umførum hevur verið fyri ákoyringum. Í nógvum førum kanska av órøttum, men aðrar tíðir kanska av røttum.

Ikki tí, vit halda at leiðsla og starvsfólk felagsins gera eitt megnar arbeiði, og hendan eftirmetingin skal tí ikki síggjast sum ein kritikkur av tykkum.

Men samfelagið er nógv broytt seinnu árini, og serliga innan orkuøkið hevur broytingin verið stór.

Hinvegin er bygnaðurin hjá SEV ikki broyttur nakað stórvegis seinni árini.

Hetta hevur eisini verið eitt av høvuðs kritikkpunktinum mótvegis SEV.

Bæði landspolitiskt og í miðfyrisitingini, hevur man í fleiri umførum ætlað sær at gjørt grundleggjandi broytingar viðvíkjandi SEV

Enntá hava beinleiðis ætlanir verið um at ognartikið SEV.

Innanhýsis í felagnum hava eisini verið ætlanir um at broyta bygnaðin í SEV, millum annað við at fáa størri fakligheit inn í nevndina í SEV.

Vit taka kritikkin til eftirtektar - og ikki minst vit taka hann í álvara.

Tí vilja vit sum eigarar, sjálvi fáa í lag eina skipaða eftirmeting av bygnaðinum í SEV.

 

Hví Velja vit hendan leistin?

Vit velja hendan leistin fyri eftirmeting tí, at vit sum eigarar av SEV ynskja at hava fullan opinleika rundan um eftirmetingina. Vit vilja sum eigarar hava fult innlit í arbeiðið sum verður gjørt.

Vit ynskja øll, at SEV, eisini í framtíðini, skal verða ein vælvirkandi stovnur sum allar føroyingar umvegis kommunurnar eiga, ein stovnur hvørs endamál framhaldandi verður, at veita øllum landsins borgarum orku á einum tryggum og samhaldsføstum grundarlagi.

Vit vilja sjálvi gera tær ábøtur, sum er neyðugar fyri at styrkja felagsskapin.

Vit ynskja ikki at sita hendur í favn og bíða til onnur noyða okkum at gera broytingar.

Og ikki minst -- vit vilja gera eftirmetingina, tí vit eru góð við felagsskapin.

Vit hava fulla undirtøku fyri hesari ætlan í stýrinum í Kommunufelagnum, sum umboðar allar landsins kommunur, staðfesti formaður í kommunufelagnum áðrenn hann saman við Torbjørn Jacobsen legði
uppskotið fram.

 

 

 

Samband

Kommunufelagið

R. C. Effersøesgøta 26
100 Tórshavn

Teldupostur: kf@kf.fo