Kommunufelagið
Flestu kommunurnar vaksa, men vøksturin minkar
11. januar 2024
Seinasta árið vaks fólkatalið í 18 av teimum 29 kommunum. Størsti vøksturin var í Tórshavnar, Klaksvíkar og Runavíkar kommunum. Í 10 kommunum minkaði fólkatalið, herav fimm í Suðuroy. Hinvegin vaks fólkatalið í trimum av fýra kommununum í Sandoy.
1. desember búðu 54.547 fólk í Føroyum. Fólkatalið veksur framvegis, men vøksturin minkar. Ábendingar eru um minkingar í bæði føðitalinum og deyðatalinum seinastu tvey árini. Eisini eru ábendingar minkingar í bæði tilflyting og fráflyting.
Les nógv meira her.https://hagstova.fo/fo/tidindi/54550-folk-budu-i-foroyum-1-desember-voksturin-er-09