Kommunufelagið

Frá aðalfundi kommunufelagsins

25. apríl 2015

Aðalfundur Kommunufelagsins var hildin í gjár við fastari skrá sambært viðtøkum felagsins. Í formansfrágreiðingini lagði Heðin Mortensen, formaður felagsins, dent á flytingina av eldraøkinum frá landi til kommunurnar. Hann segi millum annað:

"spurningurin um endaliga innihaldið av eldraøkinum er enn ikki avgreitt. Tá ið lógaruppskotið “Uppskot til løgtingslóg um heimatænastu, eldrarøkt v.m.” var lagt fyri Tingið seint í 2013, gjørdi Kommunufelagið eins og fleiri aðrir hoyringspartar vart við, at tað er alneyðugt at fáa markamótini millum ymisku skipanirnar uppá pláss. Tá boðaði Almannamálaráðið frá, at hetta arbeiðið fór í gongd so skjótt, sum lógaruppskotið var samtykt. Nú, meira enn eitt ár eftir at lógaruppskotið var samtykt, er framhaldandi eingin endalig avtala gjørd um markamótini."

Her kanst tú lesa alla formansfrágreiðingina.

Samband

Kommunufelagið

R. C. Effersøesgøta 26
100 Tórshavn

Teldupostur: kf@kf.fo