Frálíkur Noregstúrur
06. februar 2018
Stýrið og starvsbólkurin í Kommunufelagnum vóru í seinastu viku á arbeiðsferð í Bergen í tveir dagar.
Á ferðini var arbeitt við spurninginum um, hvørji málini eru, sum krevja serliga raðfesting í arbeiðinum hjá felagnum komandi tíðina, og hvussu politiska ávirkanin hjá felagnum kann styrkjast.
Eisini var áhugaverdur fundur við norska Kommunufelagið KS.
Astrid Toft, sum er dagligur leiðari fyri KS í Hordaland, greiddi frá ymsum málum, sum eru á politisku dagsskránni. Millum annað greiddi hon frá ætlaðu nýskipanini innan kommunala geiran í Noregi. Ætlanin við hesi nýskipan er at menna staðbundna fólkastýrið, og at skapa menning kring alt landið, sum er rótfest í teimum møguleikum, ið eru at finna í hvørjum einstøkum øki.
Á myndin síggjast leiðslan í Kommunufelagnum saman Astrid Toft, leiðara fyri KS Hordaland.