Kommunufelagið

Fundur saman við landsstýriskvinnuni

26. januar 2016

Fríggjadagin 22. januar var borgarstjórafundur í Kommunufelagnum. Í Hesum sambandi vitjaði landsstýriskvinnan í kommunumálum, Sirið Stenberg.

Kommunufelagið skipar í minsta lagið tvær ferðir um árið fyri sokallaðum borgarstjórafundi. Á hesum fundum hittast allir borgarstjórar í landinum at umrøða og kjakast um viðkomandi evni.

Evnið fyri fundinum hesaferð var m.a. eldraøkið. Tað var tí so sjálvsagt, at Sirið Stenberg tók lut, sum jú bæði er landsstýriskvinna í heilsumálum og í innlendismálum (her í millum kommunumálum).

Landsstýriskvinnan nýtti høvið at greiða frá ætlanum sínum á kommunala málsøkinum. Síðan var eitt gott kjak og fleiri nýtti høvið til at seta landsstýriskvinnuni spurningar.

Avtalað varð at skipa fastar fundir frameftir millum Kommunufelagið og Heilsu- og Innlendismálaráðið, bæði  millum starvsfólk og á politiskum stigi.

 

Samband

Kommunufelagið

R. C. Effersøesgøta 26
100 Tórshavn

Teldupostur: kf@kf.fo