Kommunufelagið

Fylgjaraskipan endurnýggjað

18. juni 2018

Felagið MEGD hevur síðani 1. januar 2015 havt avtalu við Kommunufelagið um fylgjaraskipan. Hesa skipan hava mong fingið gleði av, og í sambandi við eina eftirrmeting varð avtalan undirskrivað av nýggjum í farnu viku.

Fleiri munnu helst seta spurningin: hvat er ein fylgjaraskipan? Svarið er í stuttum, at henda skipan skal tryggja, at fólk, ið bera brek, og tískil hava tørv á fylgjara, tá ið tey ferðast ella luttaka í ymiskum tiltøkum, kunnu taka fylgjaran við sær, uttan at goldið verður ferðaseðil ella atgongumerki fyri fylgjaran.

Fólk við einum slíkum tørvi fáa útflýggjað eitt sonevnt fylgjarakort, sum tey kunnu nýta, tá tey ferðast ella fara til ymisk tiltøk.

Ábyrgdin hjá fylgjaranum er at vera saman við tí, sum ber brek, og geva honum smidliga hjálp, sum bæði fevnir um persónliga og praktiska hjálp og fylgi. Tørvurin á fylgjara kann verða grundaður á bæði likamligt og sálarligt brek og hevur einki aldursmark.

Á heimasíðu síni fegnast MEGD um avtaluna við Kommunufelagið um fylgjaraskipanina. Við avtaluni verður tryggjað, at stovnar, sum fáa rakstrarjáttan ella stuðulsjáttan frá kommununi, binda seg til at ganga inn í skipanina við fylgjarakorti sambært leiðreglum fyri fylgjarakort til fólk, ið bera brek.

Støð, har kortið annars er galdandi, eru: Norðurlandahúsið, Søvn Landsins, Listasavnið, Tjóðpallurin, Ítróttarsamband Føroya, Strandferðslan, Smyril Line og tiltøk, ið kommunurnar stuðla. Avtala er eisini gjørd við Atlantic Airways, har fylgjarin hjá tí ferðandi fær 50% í avsláttri av grundprísinum, tó ikki av ferða- og avgreiðslugjøldum, og øðrum serprísum. 

Á myndini síggja vit Eyðun Christiansen, stjóra í Kommunufelagnum, saman við Tóru við Keldu og Ásu Olsen, ávikavist forkvinna og aðalskrivari í Megd, aftaná undirskrivingina.

Samband

Kommunufelagið

R. C. Effersøesgøta 26
100 Tórshavn

Teldupostur: kf@kf.fo