Kommunufelagið

“GLOYM MEG EI”

10. mars 2017

Alzheimerfelagið og Kommunufelagið skipa i døgunum 31. mars - 1. apríl 2017 fyri ráðstevnu undir heitinum GLOYM MEG EI, menniskja í miðdepilin.

Ráðstevnan verður báðar dagarnar á Hotel Føroyum, frá kl. 9.00 - 16.00. Kostnaður er 500 kr. fyri hvønn dagin. Ráðstevnan er ætlað politikarum, starvsfólki, avvarðandi og annars øllum áhugaðum.

Hetta er triðju ferð, at ein slík ráðstevna verður hildin í Føroyum. Hon hevur áður verið hildin í 2013 og 2015. Talan er sostatt vorðið um eitt regluliga afturvendandi tiltak, ið varpar ljós á sváru støðuna, sum tey mongu, ið gerast dement, eins og familjur teirra koma í – men komið verður eisini í stóran mun inn á, hvussu vit skapa frægastu karmarnar fyri einum lívi við sjúkuni.

Áhugaverda skráin fyri dagarnar er at síggja her.

Samband

Kommunufelagið

R. C. Effersøesgøta 26
100 Tórshavn

Teldupostur: kf@kf.fo