Hela Norden ska leva
20. apríl 2015

Um vikuskiftið hevur Kommunufelagið vitjan av nevndini fyri felagsskapin Hela Norden skal leva.
Felagsskapurin er ein politiskt óheftur áhugafelagsskapur, ið arbeiðir fyri at fáa landafrøðiliga javnvág í samfelagsmenningini í norðurlondum. Íslandi, Norra, Svøríki, Finnlandi, Danmark og Álandi eru umboðaði í felagsskapinum. Felagsskapurin var stovnaður í Mariehamn á Álandi í 2008.
Viðsjónin hjá Hela Norden skal leva er at stuðla uppundir og fremja lokala menning í norðurlensku londunum. Felagsskapurin samstarvar eisini við fleiri felagsskapir í Evropa, millum annað European Rural Community Alliance (ERCA), PREPARE -Partnerships for Rural Europe , European Association for the Village and Small Town (Ecovast) och ELARD (European LEADER Association for Rural Development).
Tey 6 umboðini fyri felagsskapin hava fund í Kommunuhúsinum fríggjadagin. Leygardagin verður skipað fyri útferðum. Gestirnir fara av aftur landinum sunnudagin.