Kommunufelagið

Høvuðstættir í fyrisitingarrætti - vistarskeið 17.-18. september

23. juli 2024

Skipað verður fyri skeiði í fyrisitingarrætti fyri starvsfólk í kommunala geiranum. Skeiðið er serliga ætlað starvsfólkum í kommununum, sum so ella so fáast við málsviðgerð – herundir á kommunuskrivstovum, í barnavernd, á eldraøkjum og á dagstovnum.

Endamál

Endamálið við vistarskeiðinum er at geva luttakarunum eina grundleggjandi fatan av vanliga fyrisitingarrættinum.

Skeiðslýsing

Undirvíst verður í nøkrum av hesum evnum:

  • Yvirskipað um kommunur og tað at arbeiða í einari kommunalari fyrisiting
  • Grundreglur innan fyrisitingarrættin
  • Góður fyrisitingarsiður
  • Krøv til fyrisitingarligar avgerðir o.a. í tí sambandi
  • Málsviðgerð – málsviðgerðartíð, notatskylda, hoyring
  • Útboð
  • Gegni
  • Eftirlit við fyrisitingini
  • Talufrælsi og sosialir miðlar

Ætlandi verður trivið í onnur evni við – alt eftir samanseting av luttakarunum og teirra ynskjum til evni.

Fyrireiking

Skeiðið veðrur lagt soleiðis til rættis, at ikki er neyðugt við fyrireiking. 

Tíð og staður

Vistarskeiðið verður týsdagin og mikudagin 17.-.18. september 2024 á Hotel Hilton Garden Inn, Tórshavn.

Byrjað verður kl. 10 týsdagin, gist verður á hotellinum, og vit enda kl. 15 mikudagin. Nærri skrá verður send seinni.

Skeiðshaldarar

Skeiðshaldarar eru Anna Dam og Janus Haraldsen, løgfrøðingar í Kommunuhúsinum (BVS og KF). Arbeitt verður eisini við at hava ein gestafyrilestrarhaldara um kvøldið fyrra dagin.

Kostnaður

Skeiðið verður boðið út til okkara kostprís fyri tveir skeiðsdagar á hotelli við gisting, sum er kr. 3.000 við øllum.

Tilmeldingarfreist

Melda til í seinasta lagi mánadagin 19. august 2024 kl. 12.00 við at útfylla hetta oyðublaðið

Gev gætur, at talið av plássum er avmarkað.

Tilmeldingin er bindandi, men til ber at lata øðrum luttakara plássið, um einum berst frá at koma.

Eru ivamál ella spurningar, ert tú vælkomin at venda tær til okkum á armgard@kf.fo ella á telefon 302480.

Samband

Kommunufelagið

R. C. Effersøesgøta 26
100 Tórshavn

Teldupostur: kf@kf.fo