Jarðhitaboringar: Góð uppskot, sum kunnu gerast betur
16. september 2024
Kommunufelagið eftirlýsti í fjørsummar betri ásetingar og karmar viðvíkhandi jarðhitaboringum. Serliga var tað møgulig umhvørvisdálking, sum skuldi kannast, eins kommununum hava tørvað betri amboð at seta krøv og tryggja eina skilagóða útbreiðslu av jarðhita. Uppskotini eru nú komin, og hóast drúgvar viðmerkingar taka kommunurnar væl undir við leistinum, tó at felagið vónar, at einstakar tillagingar kunnu gerast.
Fyri summarfrítíðina komu uppskot til lógar- og kunngerðarbroytingar til ummælis. Talan er um uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um elriknar hitapumpuskipanir og kunngerð um broyting í kunngerð um skipanir til upphiting við hitapumpum.
Uppskotini eru eitt úrslit av tí arbeiði, sum varð sett í gongd eftir at felagið á sumri í fjør heitti á landsmyndugleikarnar um at gera neyðugar útgreiningar og tilhoyrandi reglur á økinum.
Hetta var eftir, at fleiri kommunur høvdu gjørt av at steðga á við at geva nýggj loyvi til jarðhitaboringar.
Ein bólkur við viðkomandi fakfólki frá landi og kommunum varð settur, og í august 2023 handaði bólkurin landsstýriskvinnuni síni tilmæli. Síðani hevur verið arbeitt við broytingum í lóg og kunngerð, og felagið hevur í hesi tilgongd havt høvi til at gera sínar fakligu og løgfrøðiligu viðmerkingar.
- Felagið hevur viðgjørt uppskotini saman við kommunalum fakfólkum og í politisku leiðsluni í felagnum. Tað er ongin ivi um, at hesar broytingar eru týðandi framstig viðvíkjandi galdandi ásetingum á økinum, sigur Kommunufelagið í hoyringarskrivi sínum.
Kommunurnar hava brúkt nógva orku uppá at viðgera uppskotini, og samlaða hoyringarskrivið er tí vorðið drúgt. Kommunurnar royna við hesum at vísa á bæði trupulleikar og loysnir, sum kunnu gera uppskotini enn betur. Harumframt verður víst á einstakar manglar við uppskotinum, herundir vantandi regulering av endurgjaldsábyrgd, um størri skaðar skuldu staðist av jarðhitaboringum.