Kommunufelagið hevur skipað seg
10. januar 2025

Allir 29 borgarstjórarnir hittust í dag á skipanarfundi. Hetta var fyrsti skipanarfundur eftir at nýggju viðtøkurnar hjá felagnum komu í gildi á nýggjárinum. Sí viðtøkur.
Á skránni var val av formansskapi og val av starvsnevndum fyri Kommunala Arbeiðsgevarafelagið og Barnaverndarstovu Føroya.
Valið av formansskapi og øðrum álitissessum í felagnum fór fyri fyrstu ferð fram millum allar 29 borgarstjórar í landinum. Hetta er ein munandi broyting í mun til teir 13 borgarstjórarnar, sum til á nýggjárinum myndaðu formligu leiðsluna í felagnum.
Valið fór fram á skipanarfundi, sum varð hildin fyrrapartin í dag á Hotel Hilton. Veljast skuldi til formansskapin í felagnum, starvsnevndina í Kommunala Arbeiðsgevarafelagnum og starvsnevndina í Barnaverndarstovu Føroya. Í felagnum er somuleiðis ein starvsbólkur av kommunuskrivarum og -stjórum, sum fyrireikar borgarsjórafundirnar, og sum skipanarfundurin skuldi velja forfólk til.
Úrslitið av valinum gjørdist hetta:
Tórbjørn Jacobsen, Per Martin Gregersen og Eyð Ellingsgaard mynda samstundis Samstarvsráðið í Kommunufelagnum, sum eftir nýggju viðtøkunum skal hittast javnan at umrøða mál av felags áhuga.