Kommunufelagið

Kommunufelagið søkir løgfrøðing

20. mai 2021

Kommunufelagið søkir eftir løgfrøðingi at byrja í starvi 1. august 2021.

Sum løgfrøðingur í Kommunufelagnum verða uppgávur tínar at ráðgeva limakommununum í løgfrøðiligum spurningum og annars at virka sum løgfrøðiligur ráðgevi innanhýsis viðvíkjandi fyrisitingini í Kommunufelagnum.

Umframt hetta skal tú kunna standa fyri skeiðsvirksemi av ymiskum slag.

Talan er um eitt spennandi starv í einum politiskum umhvørvi, og tú skalt verða før/ur at arbeiða undir ávísum trýsti.

Førleikar
Tú hevur løgfrøðiligt embætisprógv so sum cand.jur. ella líknandi.

Starvsroyndir frá miðfyrisiting, úr kommunala geiranum ella aðrar líknandi starvsroyndir eru ein fyrimunur.

Tú skalt duga væl at orða teg á føroyskum, bæði í skrift og í talu, og er tað ein treyt, at tú hevur politiskt tev og áhuga fyri kommunalum viðurskiftum sum heild.

Lønar- og setanartreytir
Starvið verður sett sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Búskapar- og løgfrøðingafelagið.

Umsókn við avriti av prógvum og øðrum skal sendast Kommunufelagnum á eydunc@kf.fo .

Umsóknarfreist
Umsóknin skal saman við prógvum og CV vera okkum í hendi í seinasta lagi mánadagin 7. juni 2021 kl. 12.00.

Upplýsingar
Nærri fæst at vita um starvið við at venda sær til Eyðun Christiansen, stjóra í Kommunufelagnum, á telefon 282480 ella á telduposti eydunc@kf.fo.

Starvsprofilur og upplýsingar um Kommunufelagið kann lesast her

Samband

Kommunufelagið

R. C. Effersøesgøta 26
100 Tórshavn

Teldupostur: kf@kf.fo