Kommunufelagið
Kommunurnar fingið nýggjan løgfrøðiligan ráðgeva
02. november 2015

Í dag, mánadagin 2. november, er Jóhan Lamhauge byrjaður í starvinum sum løgfrøðiligur ráðgevi hjá Kommunufelagnum.
Jóhan er 40 ára gamal og útbúgvin løgfrøðingur frá universitetinum í Keypmannahavn í 2002. Hann hevur síðani 2005 virkað sum advokatur í Føroyum.
Løgfrøðiligi ráðgevin hjá Kommunufelagnum skal ráðgeva limakommununum í øllum løgfrøðiligum spurningum og fer eisini at virka sum løgfrøðiligur ráðgevi innanhýsis hjá fyrisitingini í Kommunufelagnum.
Á myndini sæst Jóhan vinstrumegin ávikavist formannin og stjóran í Kommunufelagnum, Heðin Mortensen og Eyðun Christiansen.