Kommunufelagið

Landsstýrið útsett landsvegaskránna

20. juni 2024

Landsstýrið hevur boðað frá, at tey hava gjørt av at útseta ætlaðu kunngerðina um landsvegaskrá. Hetta eftir at hava móttikið ummælið hjá Kommunufelagnum til kunngerðina. Landsstýrið hevur eisini kunnað felagið um, at tað ikki endamálið við nýggju landsvegaskránni at leggja nýggj vegastrekki undir kommunala ábyrgd, men einans at dagføra skránna við vegastrekkjum, sum avtala ella semja er um. Kommunufelagið fegnast um og viðurkennir, at sjónarmiðini í ummæli okkara er tikin til eftirtektar av landsstýrinum.

Í ummæli okkara til Fiskivinnu- og samferðslumálaráðið av uppskoti til kunngerð um landsvegaskrá átalaðu vit, at freistin fyri at ummæla ikki varð hildin; og stutta skotbráið hevði við sær, at stundir ikki vóru at leggja uppskotið fyri alla politisku skipanina. Kommunufelagið vísti á, at vit tóku undir við, at viðurskiftini viðvíkjandi landsvegaskrá verða fingin í rættlag, men lótu viðmerkingarnar hjá kommununum við tí fyrivarni, at tær ikki vóru fullfíggjaðar fyri øll øki í landinum. Felagið legði áherðslu á, at tað ikki eigur at koma fyri, at vegastrekki verða tikin úr landsvegaskránni uttan greiðar avtalur um, hvør skal eiga og umsita vegastrekkini frameftir.

Les ummælið við viðmerkingum frá einstøku kommununum.

Samband

Kommunufelagið

R. C. Effersøesgøta 26
100 Tórshavn

Teldupostur: kf@kf.fo