Kommunufelagið
Minni floksstødd ov illa fyrireikað
08. februar 2024

Ov stutt hoyringarfreist, ov lítil kunning til kommunurnar – og vantandi vitan og fyrireiking. Soleiðis kann takast stutt samanum hoyringarskrivið frá felagnum. Felagið metir ikki, at tørvur er á uppskotinum, sum heldur ikki er orðað samsvarandi endamálinum hjá landsstýrinum. Kommunurnar stúra eisini fyri, at hetta uppskotið kann fara at gera meiri skaða enn gagn.