Kommunufelagið

Nýggjur KF-formaður: - Vit mugu standa saman

12. januar 2023

- Tað hevur ómetaliga stóran týdning, at kommunurnar standa saman og leggja seg eftir at tala við einari rødd, sigur nýggi formaðurin.

Á stýrisfundi í Kommunufelagnum í dag varð Torbjørn Jacobsen valdur sum formaður og Heðin Mortensen varð valdur næstformaður. Fráfarandi formaðurin takkaði fyri seg og legði dent á úrslitini hjá felagnum seinastu tvey árini.

- Kommunufelagið hevur loyst fleiri stórmál hesi bæði árini. Her hugsi eg serliga um,at vit hava fingið lagt fastar karmar um framtíðina hjá SEV, sum er ein heilt avgerandi kommunalur felagsskapur fyri okkum øll. Somuleiðis hava vit tikið málið um óljóð frá skipum í álvara og gjørt eina felags reglugerð, sum er munagóð og sum allar kommunur fylgja.

Nýggi formaðurin takkaði fyri álitið og vísti á, at stórmálini fyri framman krevja gott arbeiðslag í Kommunufelagnum.

- Kommunurnar eru sera ymiskar í stødd og vavi, men vit hava kortini megnað at standa væl saman hesi seinastu árini. Tað hevur sera stóran týdning at halda fast við góða arbeiðslagið. Stórmál liggja fyri framman, sum hava kunnu hava sera stóra ávirkan á kommunala geiran. Og tá mugu vit halda fram við at tala við einari rødd, segði Torbjørn Jacobsen.

Broytingin í formansskapinum er partur einari politiskari avtalu í felagnum. Tá ið stýrið í Kommunufelagnum skipaði seg eftir seinasta kommunustýrisval varð avgjørt hvussu formansskapurin í felagnum skuldi síggjast út komandi fýra árini.

Avtalað varð at Heðin Mortensen var formaður fyrru helvt av valskeiðinum og Torbjørn Jacobsen var næstformaður. Seinnu helvt av valskeiðinum var avtalað at Torbjørn Jacobsen skuldi verða formaður og Heðin Mortensen skuldi verða næstformaður. Hendan avtalan var í dag formliga avgreitt við tveimum einmæltum samtyktum í stýrinum.

 

Samband

Kommunufelagið

R. C. Effersøesgøta 26
100 Tórshavn

Teldupostur: kf@kf.fo