Kommunufelagið
Nýggjur næstformaður
23. februar 2016

Á stýrisfundi fríggjadagin 19. februar varð Torbjørn Jacobsen, borgarstjóri í Runavíkar kommunu, valdur til nýggjan næstformann.
Eftir at verða valdur í løgtingið í fjør heyst, valdi Magnus Rasmussen at leggja borgarstjórastarvið í Runavík frá sær, og harvið eisini at siga frá sær sessin sum næstformaður í Kommunufelagnum. Nýggi borgarstjórin í Runavík, Tórbjørn Jacobsen, tók 1. januar sæti í stýrinum fyri Magnus, og á stýrisfundinum var somuleiðis avgjørt, at Torbjørn Jacobsen eisini tekur sæti sum nýggjur næstformaður í felagnum.
Næstformaðurin umboðar saman við formanninum í felagnum Heðini Mortensen dagligu politisku leiðsluna í felagnum.