Orkumálið
02. januar 2024
Nakað av órógv hevur tikið seg upp í almenninginum, eftir at Umhvørvismálaráðið hevur sent uppskot til broytingar í elveitingarlógini til almenna hoyring. Borið verður fram á torg, av onkrum, at uppskotið fer at hava við sær hægri ravmagnskostnað og hartil eina privatisering av elveitingini í Føroyum.
Longu meðan samgongan undan hesari sat fyri valdinum í landinum, byrjaðu partarnir – Kommunufelagið og Landsstýrið – at samskifta um hesi viðurskifti, at finna eina loysn á orkumálinum fram í tíð. Komið var nakað áleiðis, táið val var útskrivað í 2022, og eftir at sitandi samgonga tók við valdinum, stutt fyri jól í fjør, var nýggjur bólkur settur niður, við somu pørtum, til tess at geva Umhvørvismálaráðnum tilmæli um, hvussu ravmagnsparturin á orkuøkinum kundi skipast frameftir.
Bólkurin hevur samstarvað væl og hevði í fyrstu syftu sum arbeiðssetning at geva landsstýrisfrúnni í umhvørvismálum eitt tilmæli um hvussu elmarknaðurin í søluliðnum kann skipast frameftir í Føroyum. Semja var um tað málið, og var tilmæli hesum viðvíkjandi handað Ingilín D. Strøm í Tinganesi hin 15. desember 2023. Semja var eisini um, at bólkurin heldur fram at virka við stk. 10 í upprunaliga semjuskjalinum. Kommunufelagið hevur alla tíðina gjørt greitt, at vit treytaleyst halda fast um eina samhaldsfasta skipan á ravmagnsøkinum, og hesum hevur landsstýrisfrúgvin skrivliga tikið undir við.
Semjan um ein framtíðar elmarknað er veruleiki, meðan uppskotið um broytingar í elveitingarlógini er eitt uppskot frá Umhvørvismálaráðnum, sum ikki er veruleiki fyrrenn Føroya løgting hevur flutt høpið frá uppskoti til lóg. Kommunufelagið hevur onki havt við uppskotið til elveitingarlóg at gera, tað liggur uttanfyri okkara heimildir, men vit eru av góðum grundum ein tungur hoyringspartur, táið tað eru kommunurnar einsamallar sum eiga meginbulin í landsins orkumálum – SEV. Vit eru farin undir at nágreina uppskotið og at seta upp eitt hoyringssvar, hvørs meginkav sjálvandi verður, at tær meginregluligu semjur, sum gjørdar eru millum partarnar, treytaleyst eru partar av bulinum í uppskotinum áðrenn tað verður samtykt á Føroya løgtingi. Hendir tað ikki, fyriliggur ein nýggj støða fyri okkara viðkomandi.
Soleiðis liggur hetta málið fyri okkara viðkomandi í tveimum. Í fyrstu syftu snýr tað seg um eitt tilmæli (viðvíkjandi stk. 7 í semjuskjalinum), sum bólkurin lat landsstýrinum um ein elmarknað, og í øðrum lagi snýr tað seg um broytingar í elveitingarlógini, sum Umhvørvismálaráðið einsamalt eigur ábyrgdina fyri, men týðningarmikið er kortini at staðfesta, at talan er um eitt uppskot og ikki um eina samtykta lóg.
Annars skrivaðu Kommunufelagið og Umhvørvismálaráðið undir tilmæli hin 15. desember 2023, um hvussu ein marknaður í søluliðinum innan ravmagnsorku frameftir kann skipast á ein einfaldan og ódýran hátt.
Tilmælið staðfestir millum annað at:
1. Endabrúkarin skal altíð kunna keypa ravmagn beinleiðis frá SEV.
2. SEV keypir alla møguliga framleidda elorku og selur hana til søluliðið við skiftandi tímaprísi, sum endurspeglar sveiggjandi útreiðslur í framleiðsluni gjøgnum samdøgrið.
3. Umframt at brúkarin altíð kann keypa ravmagn frá SEV, kunnu góðkend sølufeløg keypa ravmagn frá SEV fyri heilsøluprís.
4. Endabrúkarin, sum velur at keypa ravmagn beinleiðis frá SEV, rindar smásøluprís, sum er heilsøluprísur umframt kostnaðin av at umsita endabrúkarin. Kommunufelagið metir, at hesin kostnaður verður 1-2 oyru fyri hvønn kWt.
5. SEV kann gera avtalur um lægri prís til størri kundar, sum eitt nú eru íbundnir háspenning ella kunnu veita skipanarberandi tænastur. Lægri prísurin skal samsvarandi umboða sparingar hjá SEV av at hava stóru kundarnar og skal góðkennast av Elveitingareftirlitinum.
Munurin á heilsøluprísi og smásøluprísi verður tí 1-2 oyru fyri kWt, sum merkir, at góðkendu sølufeløgini bert vinna pening, um tey virðisøkja við eitt nú:
- at flyta nýtsluna hjá kundunum frá dýru tímunum til ódýraru tímarnar
- við at veita skipanarberandi tænastur til SEV ella
- við at bjóða tænastur, sum kundarnir á annan hátt ynskja at keypa.
Grafisk uppseting av tilmælinum:
Fylgir Umhvørvismálaráðið tilmælinum, verður SEV varðveitt sum ein samhaldsføst skipan, har endabrúkarin altíð kann keypa ravmagn beinleiðis frá SEV, á sama hátt sum í dag, og tí snýr hetta seg á ongan hátt um eina privatisering, har endabrúkarin skal keypa ravmagn frá privatum sølufeløgum.
Uttan at viðgera uppskotið til broytingar í elveitingarlógini, sum Kommunufelagið ikki hevur verið við til at smíða, og sum nú liggur úti í almennari hoyring, kann órógvin millum fólk benda á, at broytingaruppskotið til elveitingarlógina ikki í nóg stóran mun fylgir semjum og tilmælum millum partarnar, um so er fyriliggur ein nýggj støða fyri okkara viðkomandi.
Kommunufelagið hevur fingið uppskotið um broytingar í elveitingarlógini til hoyringar, og hoyringsfreistin er hin 24. januar 2024.
Víkir uppskotið til broytingar í elveitingarlógini frá semjum og tilmælum partanna millum, er tað greitt brot á undirskrivaðar semjur, sum Kommunufelagið á ongan hátt ætlar sær at góðtaka, og lítið hugsandi man tað vera, at ein meiriluti á Føroya løgtingi fer at taka undir við øðrum enn eini samhaldsfastari skipan álík henni, sum hevur verið galdandi heilt frá tí at orkufelgsskapurin hjá okkum øllum – SEV – var skipaður.
Tórbjørn Jacobsen, formaður.
Kommunufelagið.