Kommunufelagið
Ráðstevnan BØRN Á BREDDAN – BARNALÍV SKAPA VIT Í FELAG
28. juni 2021

Kommunufelagið hevur sett sær fyri javnan at skipa fyri ráðstevnu á smábarnaøkinumn, har kommunar hava ræði.
Ráðstevnan er farmhald av ráðstevnuni “Við at gera nakað nú vinna vit í longdin – fyribyrgjandi leikluturin hjá kommununum”, ið var hildin í september 2018. Tann ráðstevnan savnaði umleið 250 og vónandi fær henda, eins og tá, dygga undirtøku.
Ráðstevnan verður hósdagin 23. september 2021 kl. 8:30 – 16:00 á Hotel Føroyum
Ráðstevnan vendir sær til tykkum, ið arbeiða á smábarnaøkinum, politikarar og onnur, ið geva evninum ans.
Fráboðan um luttøku her
Les skránna her