Kommunufelagið

Sálarheilsa – ein felags uppgáva

13. juni 2017

Fólkaheilsuráðið helt mánadagin 12. juni fund fyri áhugaðum kommunum um verkætlanina ABC fyri sálarliga heilsu, har tey bæði Magni Mohr og Monika Mohr greiddu frá.

Sálarheilsan hjá okkum øllum er av álvara komin á breddan seinnu árini, tí tað tykist vera á hesum øki, at fólk kenna størstan trega og hjálparloysi í dagsins strongda samfelagi.

Frægasti hátturin at mótvirka hesum ráki man vera, at vit geva hvørjum øðrum størri ans og hava pláss fyri teimum, sum annars eru uttanfyri felagsskapin. Hetta er ein góð fyribyrging móti sálarligum trýsti, ið ger fólk sjúk, ung sum eldri.

Fólkaheilsuráðið ætlar sær komandi tíðina at arbeiða miðvíst innan trivnað í samstarvi við tey, sum skapa sosialu karmarnar í okkara gerandisdegi. Í hesum sambandi vera kommunurnar væntandi ein týðandi viðspælari í sálarheilsu-verkætlanini, tí tað er fyri stóran part kommunurnar, sum leggja støðið undir trivnað og felagslív kring landið. Eisini verður hugsað um felagsskapir innan ítrótt og annað frítíðarvirksemi, kirkju- og samkomulív, eins og annað, sum fólk savnast saman um. Sum komið varð inn á á kunnandi fundinum, er felagslívið jú longu virkið – tað snýr seg í stóran mun um at samhugsa hesi tiltøk við hugsjónina aftanfyri verkætlanina: at gera fleiri fólk virkin í sínum gerandisdegi, at tey koma uppí part í felagslívinum og at gerandisdagurin hjá teimum fær eitt innihald, sum skapar nøgdsemi.

Aftaná framløguna var prátað um kommunala leiklutin í verkætlanini, og her kom fram, at tað átti at verið lætt hjá einstøku kommununi at sæð síni tilboð á trivnaðarøkinum í samanhangi við ABC fyri sálarheilsu.

Tað er at vóna, at kommunurnar fara inn í eitt gevandi samstarv við Fólkaheilsuráðið um verkætlanina, so vit fáa sjón fyri søgn – at í felagsskapi røkka vit langt, hvørjum øðrum at gagni. Og tað er í grundini í hesum felagsskapi, at kommunala virksemið er rótfest í!

Samband

Kommunufelagið

R. C. Effersøesgøta 26
100 Tórshavn

Teldupostur: kf@kf.fo