Sáttmálin við Sprotan
27. mars 2019
- Sum undirvísari minnist eg, hvussu torført tað kundi vera at fáa tey ungu at blaða upp í orðabókunum. Men síðani orðabøkurnar gjørdust talgildar og atkomiligar hjá øllum er eingin trupulleiki at fáa tey at sláa orð upp. Tað er so skjótt og lætt – og eingin ivi er um, at Sprotin styrkir bæði mál og skúlaskap, staðfesti landsstýriskvinnan.
Dennis Holm, formaður í Kommunufelagnum, var somuleiðis ivaleysur í, at Sprotin hevur alstóran týdning fyri føroyska samfelagið.
- Hetta er ein partur av at verja og hjúkla um okkara lítla, føroyska mál. At allar orðabøkurnar eru tøkar á netinum hevur serliga stóran týdning fyri okkara ungu, tí tey soleiðis fáa so lætta atgongd til málið. Jonhard Mikkelsen kann ikki fáa nóg mikið av rósi fyri hetta megnar arbeiðið. Hesa framúr góðu tænastuna vilja vit við gleði rinda fyri, segði Dennis Holm.
Eisini Jonhard Mikkelsen frá Sprotanum fegnaðist um, at Mentamálaráðið og Kommunufelagið áhaldandi vilja fíggja virksemi Sprotans á netinum.
Higartil í 2019 hava tað verið 1.563.087 leitingar á Sprotin.fo.