Kommunufelagið

Skeið fyri starvsfólk innan eldraøkið

08. februar 2018

Roðin, ið er økistænastan fyri Nes-, Sjóvar- og Runavíkar kommunur, skipar fyri sera viðkomandi undirvísing fyri starvsfólkum, sum arbeiða innan eldraøkið. Avtala er gjørd við Gerd Johnsen úr Danmark, sum hevur starvast í 38 ár innan regulering og viðgerð av magatrupulleikum, her í millum obstipatión, diarré og ótilætlaðum opningi. 

Gerd er sjúkrarøktarfrøðingur og hevur royndir innan heimasjúkrarøkt, á sjúkrahúsi og røktarheimi og hevur undirvíst í nógv ár innan m.a. maga- og tarmskipan. Eisini hevur hon skrivað lærubøkur, greinar og gjørt vegleiðingartilfar um m.a. hetta evnið.

Talan er um tvey skeið, ið verða hildin í samkomuhøllini á Eysturoyar Røktar- og ellisheimi; tað fyrra verður mikudagin 2. mai, kl. 10-16, og tað seinna hósdagin 3. mai.

Fyrra skeiðið vendir sær til sjúkrarøktarfrøðingar, heilsurøktarar og fysio- og ergoterapeutar. Kostnaðurin fyri hvønn luttakara er 500 kr.

Skeiðið dagin eftir vendir sær til til onnur røktarstarvsfólk og køksstarvsfólk , umframt onnur við áhuga. Kostnaðurin fyri hvønn luttakara er 350 kr.

Tilmelding fer fram hjá Beintu Dalheim, Roðin, umvegis teldupost: beintad@rodin.fo, ella á tlf. 290210.

Seinasta freist fyri tilmeldingum er mikudagin 18. apríl kl. 16.

Samband

Kommunufelagið

R. C. Effersøesgøta 26
100 Tórshavn

Teldupostur: kf@kf.fo