Kommunufelagið

Skeið innan fyrisitingarrætt og alment innlit

28. august 2017

Endamálið við skeiðinum er at geva luttakarunum eina grundleggjandi fatan av vanliga fyrisitingarrættinum og reglunum um innlit.

Skeiðið er ætlað kommunustýrislimum og starvsfólkum í kommunalu fyrisitingini, sum í virki teirra hava tørv á førleika innan vanliga fyrisitingarliga málsviðgerð og reglum um innlit.

Skeiðið er m.a. um høvuðsreglurnar í fyrisitingarlógini, her í millum um

  • ógegni
  • partshoyring
  • partsinnlit
  • grundgeving
  • kæruvegleiðing
  • tagnarskyldu
  • høvuðsregluna um alment innlit
  • avmarkingar í rættinum til alment innlit
  • serligt um innlit hjá kommunustýrislimum

Skeiðið verður skipað sum framløga, men høvi verður eisini til orðaskifti og møguliga minni uppgávur. Skeiðshaldari er Jóhan Lamhauge, løgfrøðingur.

Skeiðið verður týsdagin 26. september 2017 kl. 9.00–16.00 (tíðirnar eru vegleiðandi).

Kostnaður er Kr. 2.000 fyri hvønn luttakara. Íroknað kostnaðin er skeiðstilfar og matur.

Skeiðið verður hildið í hølunum í R.C.Effersøesgøtu 30, Tórshavn, og tilmeldingarfreistin er sett til týsdagin 19. september 2017 hjá armgard@kf.fo ella á telefon 302480. Við atliti at fyrireiking v.m. er tilmeldingin bindandi eftir henda dag.

Samband

Kommunufelagið

R. C. Effersøesgøta 26
100 Tórshavn

Teldupostur: kf@kf.fo