Stórur áhugi fyri skeiði
06. februar 2017
Fleiri enn 160 kommunustýrislimir vóru á skúlabonki í januar mánaði.
Kommunufelagið hevur ferðast runt í Føroyum og havt skeið fyri kommunustýrislimum. Fleiri enn 160 hava luttikið á hesum skeiðum, bæði nývald og endurvald, umframt fólk frá fyrisitingunum. Endamálið við skeiðinum var at geva geva kommunustýrislimum innlit í galdandi kommunustýrislóggávu, kommunustýrisarbeiðið, kommunalu uppgávurnar og kommunusøguna.
Summir av teimum gomlu nýttu høvið til at avgreiða onkra átrokandi uppgávu. Á myndini síggjast borgarstjórarnir í Nes-, Runavíkar- og Sjóvar kommunum skriva undir avtalu um betri heilsutænastur til borgarar í Skálafjarðar Læknadømi.
Seinast í mars mánaði verður hildið áfram við fleiri skeiðum og politiskum evnisfundum fyri nýggju kommunustýrunum.