Kommunufelagið
Talgild tinglýsing ongantíð ov skjótt
02. september 2024
Kommunufelagið tekur fult undir við, at tinglýsingin nú verður talgildað. Hetta fer at lætta munandi um tær tungu og tíðarkrevjandi mannagongdir, sum eru á økinum. Felagið mælir samstundis til, at man í eini skiftistíð ger tinglýsingina meiri talgilda enn hon er í dag.
Umhvørvismálaráðið hevur sent uppskot í hoyring um broyting av tinglýsingarlógini. Í stuttum skal uppskotið skapa løgfrøðiligu karmarnar kring at farast kann undir at menna eina fult talgilda tinglýsing.
Borgarstjórafundurin í Kommunufelagnum viðgjørdi fríggjadagin uppskotið og tekur fult undir við ætlanunum hjá landsstýrinum.
Mannagongdirnar við tinglýsing eru í dag tungar og tíðarkrevjandi. At kalla alt fer fram við fysiskum posti og arbeitt verður næstan bert við frumritum. Ikki so sjáldan kemur fyri, at tinglýsingin avvísir skjøl tí einhvør mangul er við skjølunum. Tá mugu skjølini aftur við posti til avsendaran, sum síðani skal viðgera tey av nýggjum, fáa til vega undirskriftir av nýggjum, og senda aftur við fysiskum posti. Hetta førir ikki so sjáldan til, at eisini heilt smáir feilir í skjølunum kunnu taka vikur og mánaðir at rætta.
Kommunufelagið heldur tí, at ein talgilding av tinglýsingini avgjørt er gongda leiðin.
Sannlíkt fer tað tó at taka fleiri ár at gera eina serstaka og vælvirkandi skipan til endamálið. Tí heitir felagið staðiliga á politisku skipanina um í hesi skiftistíð at skapa neyðugu lógarheimildirnar fyri, at verandi mannagongdir kunnu gerast meiri talgildar. Eitt nú eigur tað at bera til at senda talgild avrit av skeytum aftur, og fram millum kommununa og tinglýsingina.
Tað er er yvirskipaði boðskapurin í ummælisskrivi, sum felagið í dag hevur sent Umhvørvismálaráðnum.