Kommunufelagið

Tann góða tilgongdin

07. mai 2015

Sum liður í at byrja ymis tiltøk, sum politiski myndugleikin - Almannamálaráðið, Heilsumálaráðið, Mentamálaráðið og Kommunufelagið - hevur samtykt at seta í verk, til at gera umstøðurnar betri hjá foreldrum at børnum sum gruni er um at bera autismu, eru starvsfólk á dagstovnum og sosialu deildunum bjóðað til fundar í veisluhøllini á Landssjúkrahúsinum, hósdagin 21. mai, at lurta eftir ymsum innsløgum frá stovnum, sum vara av økinum.

Tað vóru foreldur at børnum sum bera autismu, sum í sínari tíð gjørdu vart við, at tað var sera trupult at samskifta við avvarandi stovnar um diagnosutilgongdina vegna m.a. ov nógvar hurðar og skiftandi starvsfólk.

Arbeiðsbólkar hava greinað trupulleikar og forðingar sum hava gjørt, at foreldur hava havt trupult við at bliva hoyrd. Fleiri tiltøk og broyttar mannagongdir eru ætlað at vera við til at gera tilgongdina lættari.

Les fundaboðini.

Samband

Kommunufelagið

R. C. Effersøesgøta 26
100 Tórshavn

Teldupostur: kf@kf.fo