Kommunufelagið

Útnorður seminar í Íslandi

10. august 2015

Mint verður á, at freist at melda til Útnorður seminarið í Borgarnesi í Íslandi er fríggjadagin 14. august.

Seminarið er ætlað kommunu- og landspolitikarum og embætisfólki.

Sí lýsing av seminariinu og um tilmelding her.

1. frágreiðing frá verkætlanini. 

 

Meira um seminarið:

Í dag  verður nógv tosað um at fáa størri kommunur, m.a. í Noreg, Íslandi og í Føroyum. Grundgevingarnar fyri kommunusamanleggingum eru í høvuðsheitum  stórrakstrarfyrimunir og effektiviseringar. Skaptar verða størri og fakliga betri fyrisitingar, sum eru betur førar fyri at taka ímóti nýggjum avbjóðingum. Hetta ger nærfólkaræðið munadyggari, og gevur lokala politikaranum  størri møguleikar.

Hvat halda kommunupolitikarar um hetta?  

Allir kommunupolitikararnir í Føroyum, Íslandi og Grønlandi hava hvør sær havt møguleika at svara spurningum um hetta evnið. 

Við stuðli frá arktisku samstarvsskránni hjá Norðurlanda Ráðharraráðnum, hevur verkætlanin ”West Municipal Structures” koyrt síðani 2012. Á seminariinum, sum verður í Borgarnesi  11. september 2015, verða úrslitini frá omanfyrinevndu spurnarkanning løgd fram og høvi verður til at umrøða og kjakast um evnið.

 

Samband

Kommunufelagið

R. C. Effersøesgøta 26
100 Tórshavn

Teldupostur: kf@kf.fo