Kommunufelagið

Kommunuval 2024

09. september 2024

Um góðar 9 vikur verður kommunuval til tær 29 føroysku kommunurnar. Veljast skulu 199 kommunustýrislimir.

Val til føroysku kommunurnar fer fram annan týsdag í november, hetta merkir 12. november 2024. Nýggju kommunustýrini taka við 1. januar 2025.

§ 2. Valrætt og valbæri til kommunustýrið hevur tann, sum:

  • Hevur fylt 18 ár og annars lýkur treytirnar fyri valrætti og valbæri til Løgtingið og
  • er tilmeldað/ur fólkayvirlitið í kommununi í seinasta lagi 2 vikur áðrenn valdagin, og
  • sum valdagin framvegis er búsitandi í kommununi.

Stk. 2. Harumframt hava ríkisborgarar úr øðrum londum valrætt og valbæri til kommunuval, um so er, at teir hava havt fastan bústað í Føroyum seinastu 3 árini undan valinum og lúka hinar treytirnar fyri valrætti og valbæri til Løgtingið. Stk. 3. Fyri at kunna atkvøða skal veljari vera á vallista.

Valevnislistarnir mugu vera valnevndarformanninum ella kommununi í hendi í seinasta lagi kl. 18.00, 3 vikur undan valdegnum.

Sí freistir í sambandi við kommunuval.

Tak niður kommunuvallógina.

Samband

Kommunufelagið

R. C. Effersøesgøta 26
100 Tórshavn

Teldupostur: kf@kf.fo