Umhvørvispolitikkur fyri kommunalar pengar
23. september 2024
Kommunufelagið hevur gjørt ummæli til burturkastkunngerðina. Sum vit lesa uppskotið til kunngerðina, verður avleiðingin av henni, at kommunali geirin – tað vil siga IRF og kommunurnar hvør sær – samanlagt skal gera íløgur fyri tíggjutals milliónir krónur í innsavning, móttøku og handfaring av burturkasti. Eftir øllum at døma uttan at so mikið sum ein króna verður játtað frá landinum til endamálið.
Harafturat eru krøvini so strong og umfatandi, at flestøll kommunal endurnýtlus – og bingjupláss kring landið mugu lata aftur. Við øðrum orðum skulu kommunurnar rinda fyri umhvørvispolitikkin hjá landinum. Og tøkkin til borgaran, sum skal gjalda, er at kommunan sannlíkt seingir staðbundna endurnýtsluplássið. Hetta kunnu vit sjálvsagt ikki góðtaka, og felagið krevur tí, at landsstýrið alt fyri eitt steðgar á og fær hetta málið aftur á beint.
Les okkara ummæli og burtur úr rúgvuni av atfinningum og ivamálum hjá kommununum her.